Nú samfelagið spakuliga verður latið upp aftur er týdningarmikið, at umstøðurnar eru so tryggar sum gjørligt.
Í Føroyum hava vit umstøður, at kanna umleið 600 fólk dagliga. Hetta merkir, at vit kunnu kanna øll fólk í Føroyum eftir lutfalsligari stuttari tíð. Um vit gagnnýttu hetta, hevði tað givið heilsumynduleikunum og landsstýrinum eitt óvanliga gott innlit í, hvør smittustøðan er í Føroyum. Tískil átti hetta at gjørt tað lættari, at latið samfelagið upp á tryggum grundarlagi.
Tí hevur Kristina Háfoss sett Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismann í heilsumálum fyrispurning um at kanna so nógv fólk sum gjørligt í Føroyum.
???Føroyar hava verið fremsta land í heiminum, tá umræður kanningar av Covid-19 koronavirusi fyri hvønn íbúgva. Um 12% av fólkinum í Føroyum eru kannaði. Men nú eru lutfalsliga fleiri kannað í Ísland. Eisini hava fleiri onnur lond sett sær fyri, at bjóða alsamt fleiri at verða kannað, tí tey hava staðfest, at hetta er besti mátin at tálma spjaðingini av virusinum, og at venda aftur til ein meira vanligan gerandisdag sum skjótast.??? sigur Kristina Háfoss
Samstundis sum stórar avmarkingar eru á gerandisdegnum hjá føroyingum, so koma nógv fólk til Føroya úr útlandinum vikuliga. Tilmælt verður hesum, at fara í sóttarhald, men onki krav er.
???Ein máti at tálma smittuvanda frá fólki, ið koma til Føroyar úr útlondum, er við lóg at krevja at tey fara í sóttarhald, og at tey verða kannað fyri Covid-19 smittu, hví verður hetta ikki gjørt???, spyr Kristina Háfoss eisini landsstýrismannin.
So leingi vit í Føroyum ikki nýta alla okkara kanningarútgerð, kundu vit hartil bjóðað okkum fram, at hjálpt grannatjóðum okkara og gjørt kanningar fyri tey. Hetta hevði styrkt um vitanar- og granskingarstøðið í Føroyum og hevði veruliga gjørt Føroyar til undangonguland, tá umræður Covid-19 kanningar.
Eitt nú hava skotsk umboð úr bretska tinginum, víst á, at tey ikki hava havt møguleika at framt neyðugu kanningarnar á skotsku oyggjunum. Og hevði tað verið gleðiligt, kundu vit hjálpt teimum við kanningararbeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald