Politikkur

Lat okkum víðka bussleiðina

...

2020-11-08 08:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Vit hava eina góða bussleið fyri skúlabørn. Skúlabussurin koyrir dagliga nógvar túrar ímillum bygdirar og skúlan, og eisini fleiri túrar til Sørvágs í samband við svimjing. Sørvágs kommuna hevur tilsvarandi koyring ímillum Sørvág og Bø/Gásadal. Harumramt koyra bussarnir hjá Strandferðsluni fleiri túrar ímillum bygdirnar. Tað skal ikki so nógv til afturat, fyri at fáa eina fína bussleið ímillum allar bygdirnar í oynni.

Vit eiga at gera tað lættari hjá borgarum at koma runt til og frá ymsu tiltøkunum í oynni, uttan at noyðast við bili. Hetta kunnu vit í samstarvið við Sørvágs Kommunu og leggja túrarnar til rættis soleiðis at teir eru almennir, og samstundis hava pláss fyri skúlabørnum. Og so skulu vit eisini fáa í lag, eitt gott samstarv við Strandferðsluna. Gjaldið kann gerast soleiðis at vit fáa eitt kort, sum bæði er galdandi fyri SSL bussarnar og okkara egnu bussleið. Soleiðis kunnu vit fáa eina góða bussleið, við nógvum túrum, fyri ein lagaligan prís.
Tað er nógvir fyrimunir við eini slíkari bussleið. Fyrst og fremst, vil tað knýta bygdirnar tættari saman; borgarar, ið ikki hava bil ella koyrikort, fáa møguleika at fara til handils, í banka, vitja fólk o.a. Ungdómar og onnur kunnu lættliga koma til og frá ítróttarligu tilboðunum. Harumframt er tað trygt og eisini grønt.
Hetta vil eg virka fyri, um eg verið valdur. Tað er lætt at velja rætt.
Set X við Heðin Poulsen
Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder