Politikkur

Lat okkum standa saman um at stytta arbeiðsvikuna

...

2020-12-03 12:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú okkara uppskot um at stytta arbeiðsvikuna úr 40 niðurí 37 tímar kemur til aðru viðgerð, vilja vit enn einaferð heita á politisku skipanina at standa saman um málið.

hetta snýr seg ikki um andstøðu móti samgongu.

Hetta snýr seg ikki um høgra- ella vinstrapolitikk.

Hetta snýr seg um verkafólk, vaskifólk, heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktafrøðingar. Hetta snýr seg um lærarar, pedagogar og arbeiðsmenn.

Og hetta snýr seg um barnafamiljur, støku uppihaldararnar og í síðsta enda okkara børn.

Í áratíggju hava fakfeløgini stríðst fyri styttri arbeiðsviku og betri arbeiðskorum. Í seksti- og sjeytiárunum gav tað úrslit, tá vikan styttist úr 48 niðurí 40 tímar. Seinastu 40 árini hevur lógarásetta arbeiðsvikan tóverið óbroytt.

Men vit vita, at starvsfólkini á sjúkrahúsum og eldrasambýlum, á dagstovnum og aðrastaðni renna skjótari og arbeiða harðari enn nakrantíð. At hvør einasti arbeiðari við tøkniligu framgongdini framleiðir meira í dag, enn hann gjørdi fyrr. At krøvini áarbeiðsmarknaðinum gerast fleiri. At trýsti erótrúliga høgt, og samfelagshjólini mala viðfullari ferð. Vit vita, at hetta trýstið í stórri mun enn áður gongur út yvir okkara sálarheilsu, trivna og kropsliga heilsu.

Og vit vita eisini, at serliga nógvar kvinnur í Føroyum arbeiða niðursetta tíð. Summar, tí tær ynskja tað, ella hava trupult at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman. Aðrar, tí tær sleppa ikki upp ífulla tíð. Stytta vit arbeiðsvikuna, verða tað fleiri, ið koma nærri fullari tíð, fáa betri arbeiðsbrøk og harvið eina lønarhækkan. Tímaløntí privatu vinnuni kunnu framvegis arbeiða 40 tímar, um tey ynskja, men verða lønt fyri yvirtíð aftaná 37 tímar.

Eingin fer niðurí løn. Kanningar og royndir aðrastaðni vísa allar, at effektiviteturin og trivnaðurinøkist, at tað verða færri sjúkradagar, færri ið sjúkramelda seg og færri ið gerast langtíðarsjúk.

Tí vilja vit í Javnaðarflokkinum lurta eftir fakfeløgunum, sum í áratíggju hava rópt varskó.

Vit vilja lurta eftir teimum innan heilsu- og sjúkraøkið, ið siga, at tað ber ikki til at arbeiða fulla arbeiðsviku í trískiftisvaktum uttan at bróta sáttmála ella lóg á økinum.

Og vit vilja lurta eftir arbeiðsfólki og familjum, sum renna skjótari og skjótari fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, fyri at fáa tíð til síni nærmastu og síni børn.

Tað er nú, vit skulu fremja broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív.

Tað er nú, vit skulu gera tað lættari hjá øllum teimum, sum hvønn dag fara til arbeiðisí Føroyum.

Javnaðarflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder