Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin hava lagt eina røð av broytingaruppskotum til 3. viðgerð av fiskivinnuuppskotinum hjá samgonguni.
Vit vilja staðfesta at ríkidømið skal vera á føroyskum hondum, at fiskivinnan skal vera burðardygg, at atlit til samfelagið og øll økir í landinum skal takast, tá nýggj fisivinnulóggáva skal setast í gildi. Og vit vilja ikki, at útlendingar kunnu fara avstað við virðum og tilfeinginum.
Lógin um sjófeingi er til 3. viðgerð í dag. Tjóðveldi er ímóti uppskotinum og tí leggja vit fram, saman við hinum andstøðuflokkunum, fleiri ymisk broytingaruppskot.
LAT F??LKIÐ TALA
Eitt av hesum broytingaruppskotum snýr seg um at fáa eina fólkaatkvøðu um lógina. Tað er ikki ofta, at fólkaatkvøða verður hildin í Føroyum. Men ætlaðu lógarbroytingarnar eru so álvarsligar og tríva so djúpt inn í føroyska samfelagið, at eingin ivi kann vera um, at fólkið eigur at sleppa at siga sína hugsan.
Havast skal í huga, at um hendan lógin verður sett í gildi, so fer tað at krevja, at minst 4 Løgting eru samd um at broyta lógina aftur. Tí er tað neyðugt, at fólkið sleppur at siga sína hugsan um hetta málið.
??TLENDSKUR OGNARSKAPUR
Vit meta onga orsøk vera til at lata útlendingum stóran part av tilfeinginum og virðunum í fiskivinnuni. Vit søgdu útlendska ognarskapin upp pr.1. januar 2018, og longu um fýra ár skulu útlendingar vera úti. Vit skjóta í dag upp, at hildið verður fast í hesum.
Samgongan ætlar nú at slúsa útlendingar út úr fiskivinnuni um 12 ár, men uppskotið snýr seg í veruleikanum als ikki um útlendingar, tað snýr seg um at skapa frið í samgonguni. Tí øll hesi 12 árini kunnu útlendingar halda fram við at keypa seg upp í veiðuliðnum, og keypa og selja føroysk fiskirættindi. Teir kunnu altso keypa og selja heilt fram til 2032 og so brádliga verða úti. Vildi samgongan hava útlendingar út, so høvdu tey sjálvandi ikki loyvt at fleiri kunnu koma inn komandi 12 árini.
Longu nú hava fleiri samgongutinglimir róð uppundir, at avgerðin um útendska ognarskapin helst verður broytt, tí teir ynskja ikki útlendingar úr veiðiliðnum. Men teir ynskja jólafrið.
BURÐARDYGG FISKIVEIÐA
Tað er eitt høvuðsmál fyri Føroyar, at vit hava bestu stovnsrøkt og burðardyggan fiskiskap í øllum føroyskum fiskiskapi. Tí var tað eitt bragd, at tað eydnaðist undanfarnu samgongu at fáa semju millum fiskifrøðina, Fiskimálaráðið og umboð fyri vinnuna um eina umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum.
Við nýggja uppskotinum um sjófeingi, sum samgongumeirilutin samtykti við 2. viðgerð, veksur veiðitrýstið, og tað víkir sera nógv frá nevndu semju. Vit skjóta upp, at landsstýrismaðurin árliga skal leggja uppskot til samtyktar um umsitingarætlan fyri Løgtingið.
Ein umsitingarætlan hevur eisini týdning, tá vit selja føroyskan fisk og fiskavørur. Gongdin seinastu árini hevur verið, at fiskakeyparar og brúkarar vilja hava váttan fyri, at fiskur og fiskavørur hava uppruna í burðardyggum fiskiskapi. Hetta hevur týdning fyri at varðveita ella sleppa á teir marknaðir, ið geva betri prís.
ENDAMÁLSORÐING
"Løgtingslógin hevur til endamáls at tryggja røkt og lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygga gagnnýtslu av livandi sjófeingi, at varðveita sjófeingið sum ogn Føroya fólks, at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá vinnum, ið gagnnýta sjófeingið, og at stuðla undir arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið."
Henda endamálsorðing er strikað í uppskotinum hjá samgonguni. Vit halda tað hava sera stóran týdning at endamálsorðingin stendur í lógini, tí hon staðfestir, hvørja ábyrgd tann, sum umsitir lógina, hevur fyri at fylgja hesi endamálsorðing. Tað skulu ikki vera pengar ella seráhugamál, sum stýrast skal eftir, men endamálsorðingini, sum er til gagns fyri okkum, eftirkomarar okkara og samfelagið alt.
??? Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald