
Í kvøld var ársaðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Ognarfelagið eigur Betri samtakið.
Á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali. Aslaug Gisladóttir og Ragnar Joensen halda fram í nevndini, meðan Lars Løkke Rasmussen varð valdur inn fyri Karl Birgir Isaksen, sum ikki stillaði upp aftur. Aslaug Gisladóttir heldur fram sum nevndarforkvinna.
Sostatt skipaði nevndin seg soleiðis:
- Aslaug Gisladóttir, forkvinna
- Gunn Danielsen, næstforkvinna
- Ragnar Joensen
- Petur Elias Nielsen
- Mortan Simonsen
- Lars Løkke Rasmussen
Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna situr eisini í nevndini í Betri P/F, sum harumframt hevur trý starvsfólkavald umboð. Tvey nýggj starvsfólkavald umboð - Sonni L. Petersen og Tummas Pauli Djurholm - tóku sæti í nevndini. Tey starvsfólkavaldu umboðini í Betri P/F nevndini eru sostatt:
- Sverri Justinussen (starvsfólkavaldur)
- Sonni L. Petersen (starvsfólkavaldur)
- Tummas Pauli Djurholm (starvsfólkavaldur)
Nevndin fegnaðist um, at samtakið enn einaferð hevði eitt gott ár í 2019 og sostatt hevur eitt sterkt grundarlag at standa ímóti teimum avbjóðingum, sum samtakið og samfelagið sum heild kunnu vænta í kjalarvørrinum av koronafarsóttini.
Ársúrslitið fyri 2019 gjørdist 259,6 mió. kr., ið leggjast afturat eginpeninginum, sum harvið kemur upp á 3.318 mió. kr.
Aftur í ár bleiv avgjørt á aðalfundinum at seta 5 mió. kr. av til Betri Stuðulsgrunnin. Hetta kemur aftrat tí, at samtakið fyri stuttum lat 10 mió. kr. til føroyska sjúkrahúsverkið.
Árið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna í stuttum:
- Ársúrslitið: 259,6 mió. kr.
- Eginognin: 3.318 mió. kr.
- Fíggjarstøðan hjá samtakinum javnvigar við 12.853 mió. kr.
- Solvensurin við árslok: 39,9%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald