Politikkur

Larmandi tøgn

...

2019-05-14 20:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Týsdagin í farnu viku bleiv fólkatingsvalið skotið í gongd. Hóast ein heil vika er farin síðani formansumfarið sama kvøld, hevur so at siga eingin umrøða verið í miðlunum, ei heldur hevur nakar almennur fundur, sjónvarpskjak ella útvarpskjak verið á skránni. Tøgnin undirbyggir bara vantandi týdningin av fólkatingsvalinum.

Tað einasta, vit hava sæð, er, at núverandi fólkatingslimir hava roynt at funnið argument fyri sínum lívsgrundarlagi ??? 4 ár afturat á Christiansborg.

Men argumentini eru mótstríðandi!

Formaðurin í Tjóðveldi segði í formansrunduni, at flokkurin fór ikki at blanda seg upp í danskan politik. Hóast formaðurin meldar soleiðis út, so hevur núverandi fólkatingsmaður so seint sum í januar fráboðað donskum miðlum, at teir fara at peika á tann statsministaran, sum fer at geva teimum ???størstuávirkan???.

Hvat er tað nú, Tjóðveldi ætlar at gera? Er tað tað, sum fólkatingsumboðið segði í januar, ella tað, sum formaðurin sigur í mai?

Tað hevði farið mær kalt niðureftir rygginum, um eg skuldi verið vitni til, at eitt danskt fólkatingsumboð skuldi veljast inn í Løgtingið og sloppið at atkvøtt á jøvnum føti við okkum føroyingar.

Vit hava einki at gera á Fólkatingi. Latið danir gera av, hvussu teir innrætta sítt samfelag, og latið okkum gera av, hvussu vit innrætta okkara.

Fleir ferðir hevur Tjóðveldi sagt, at tey sóu helst, at fólkatingsumboðini vórðu avtikin.

Nú hava vit øll møguleikan. Ein atkvøða fyri Sjálvstýri er ein atkvøða fyri, at stólurin á Fólkatingi stendur tómur!

Jógvan Skorheim, floksformaður fyri Sjálvstýri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder