Vágakommuna við Miðvági, Sandavági og Vatnsoyrum hevur 11 ár á baki og hóast hetta, hava vit ongantíð verið so fjar sum júst nú.
Kommunalpolitikkur her vesturi hevur verið alt ov stuttskygdur. Tað verður ov nógvur dentur lagdur á at kjakast um gerandisósemjur og at finna lappaloysnir, heldur enn at hugsa um langtíðarloysnir.
Framtíðarlistin hevur tísett sær fyri at skriva eina langtíðarætlan fyri Vágakommunu og at orða politikkir fyri tey ymsu økini, ið Vágakommuna varðar av. Hesir skulu síggjast sum ítøkilig arbeiðsskjøl hjá komandi býráði at hava sum grundarlag undir politiska- og umsitingarliga arbeiðinum.
Vit vilja við langtíðarætlanum staðfesta, hvar vit eru stødd, og hvaðar vitætla okkum. Smærru bygdirnar, ungdómurin, eldru borgararnir, vinnan og fakfólk skulu somuleiðis vera við í viðgerðini. Soleiðis kunnu vit tryggja okkum, at øll eru við í menningini av kommununi. So kunnu vit í felag mynda tær broytingar, ið vit ynskja fyri okkara kommunu.
Við at seta orð á ætlanir og politikk hjá kommununi, kunnu vit samansjóða ymsu økini í eina heild. Hetta ger kommununa og lokaløkið sterkari at møta framtíðini.
Eg havi lært, hvussu stóran týdning tað hevur at vera røkin og miðvísurí sínum arbeiði.Ítøkiligir niðurskrivaðir politikkir og langtíðarætlanir høvdu veitt borgarunum ein ávísan tryggleika og álit á virksemið hjá býráðnum í Vágakommunu. Tíer hetta nakað, ið eg fari at menna sum skjótast, um eg fái tykkara álit og komi í býráðið.
Komandi dagarnar fari eg at greiða eitt sindur nærri frá, hvørjar loysnir eg meti høvdu kunnað sett kommununa á røttu kós, og eg vóni, at tit hava hug at fylgja við.
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, valevni til býráðið í Vága kommunu.
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald