Politikkur

Langhylurin í Havn verður boðin út

...

2020-08-25 22:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Annika Olsen skrivar á Facebook:

Ein søguligur dagur i býráðnum i kvøld, nú býráðið hevur samtykt at bjóða langhylin út. 

Hetta flytir føroyska svimjing mílafet fram i tíðina. Við olympiskari longd við 10 geilum og 25 m i breiddini fer hylurin at gagna føroyskari svimjing i breiðastu merking. Afturat hesum verður innandura vælveruøki við heitum hyli til eitt nu endurvenjing og babysvimjing, gosbað og uttandura verða bæði heitur og kaldur hylur umframt sauna.

 Fegnist veruliga vegna føroyska svimjing, og at havnaborgarar eisini fáa rúmari viðurskifti at svimja i. Eftir ætlan verður fyrsta flagið tikið av ultimo okt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder