Politikkur

Langhylurin: Fyrsta flagið loyst

...

2020-12-09 20:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á samkomu seinnapartin loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið fyri Langhylinum í Gundadali. Borgarstjórin greiddi eisini stutt frá verkætlanini, sum er slóðbrótandi í føroyskari ítróttasøgu.

Tað er byggifelagið J&K, sum fer at standa fyri byggja altjóða langhylin, sum eftir ætlan verður liðugur við árslok 2023. Høvuðsarbeiðstøkusáttmáli er gjørdur við J&K uppá 147.5 milliónir krónur.

SNA hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.

Í tilgongdini fram ímóti Langhylinum hevur Tórshavnar kommuna verið á fundum við altjóða svimjisambandið FINA. Sambandið hevur millum annað samskift við bygginevnd og teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu um staklutir í uppskotinum fyri at taka øll neyðug atlit at krøvum til altjóða kappingar.

Langhylurin í Gundadali kann umframt allar føroyskar kappingar eisini hýsa altjóða kappingum nógv áratíggju fram í tíðina, tað skrivar Tórshavnar kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder