Í samferðsluætlanini sæst, at Landsverk mælir til at gera ein Sandavágstunnil
N??VERANDI ST??ÐA
Verandi vegur frá landsvegnum oman fyri Fútakletttil Vatnsoyrar er 14,2 km langur, meðan vegurin fráFútakletti til Sandavágs er 6,3 km langur.Á teininum frá Vágatunlinum til flogvøllin eru tveirhøvuðstrupulleikar hjá ferðsluni. Tann fyrri er umSandavágsháls, har vegurin liggur høgt (220m) oger brattur, og tann seinni er trupulleikin at koyraígjøgnum bygt øki í Sandavági og Miðvági.Í 2017 var ársmiðalferðslan í Vágatunlinum 1.625 akførum samdøgrið. Millum Sandavág og Miðvág vargerandisferðslan 4.000 bilar, og millum Miðvág ogVatnsoyrar var gerandisferðslan um samdøgrið 3.100bilar. Um árskiftið 2018 búðu 2.015 fólk í Sandavági ogMiðvági, og 1.202 í bygdunum vestan fyri Miðvág; t.e.tilsamans 3.217 í oynni. ??ll ferðsla til og av flogvøllinumfer eisini hendavegin, sum er ein høvuðsferðsluæðr.
M??GULIGAR LOYSNIR:
Loysn 1
SANDAVÁGSTUNNIL: Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Sandavágs, har syðritunnilsmunnin er í 100 metra hædd. Tunnilin er 3 km langur,og tað er ikki stórvegis vegagerð, ið skal gerast. Ferðslan ervæntandi tann sama sum í Vágatunlinum, 2.300 akfør umsamdøgrið. Fjarstøðan millum Fútaklett og Sandavág styttistvið 1,4 km.
Umkoyringarvegur um Sandavág og Miðvág er eisini verdurat hyggja eftir. Hann er 5,5 km langur og kostar 110 mió. kr. Táfer gjøgnumgangandi ferðslan uttan um bygt øki. Fjarstøðanmillum Fútaklett og Vatnsoyrar við umkoyringarvegnum styttistvið 2,3 km.
Ein annar møguleiki enn ein umkoyringarvegur er at gera eintunnil norðan fyri Sandavág til vestan fyri Miðvág. Teinurin er 4km og fer at kosta 320 mió. kr.
Ein tunnil norðan fyri Miðvág væntast ikki at lætta um ferðslunagjøgnum bygdina so mikið sum ein umkoyringarvegur vildigjørt. Tí verður ikki mælt til at gera tunnil um Miðvág.
Sí linjuføringina á kortinum.
LOYSN 2
VATNSOYRARTUNNIL: Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Vatnsoyrar. Báðirmunnar eru undir 100 metra hædd, og tunnilslongdin 6 km.
Tunnilin væntast at hækka um ferðsluna eitt vet, tí teinurin úrVágatunlinum til Sørvág styttist. Tað væntast at koyra 3.200bilar um samdøgrið gjøgnum ein Vatnsoyrartunnil.
Fjarstøðan millum Fútaklett og Vatnsoyrar styttist við 6,9 km.
Sí linjuføringina á kortinum.
LOYSN 3
DAGF??RING AV VERANDI VEGI: Vegurin kann dagførast við eini eyka koyribreyt til tunga ferðsluum Sandavágsháls og ferðslutrygdartiltøk gjøgnum Sandavágog Miðvág.
Sí linjuføringina á kortinum.
KOSTNAÐARMETING 2018
Mynd 1 er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn ogárligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).
Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligtat gera eina neyvari prísmeting.
Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandiverkætlanir.
Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 %í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvarikostnaðarmeting.
Upphæddirnar eru í 2018-prísum í mió. kr.
RAKSTUR OG VIÐLÍKAHALD (R/V)
??ll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnuvera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ellaviðlíkahaldast meira.
Talvan lýsir hetta sum avlopsveg og ???tunnil. Tó kunnu verandivegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðramøguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi viðferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahaldíroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minnienn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin,og tí er sparingin lítil.
Rakstur: Rakstraruppgávur eru av at veita streym til ljósútgerð,vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald ogvegamerking.
Viðlíkahald: ??tskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.Upphæddirnar eru í 2018-prísum og pr. ár í mió. kr. Sí mynd 2.
TILM??LD LOYSN
Landsverk mælir til loysn 1, sum er tunnil til Sandavágs ogumkoyringarvegur um Miðvág.
AVLEIDDAR VERK??TLANIR
Tað eru ongar avleiddar verkætlanir, men verður loysn 1 vald,má vegurin á Sandavágshálsi dagførast.
SAMVIRKAN AV ??ÐRUM VERK??TLANUM
Ongar verkætlanir
KOSTNAÐARMETING Í 2018 PRÍSUM:315-385 mió. kr. við einum árligum rakstriog viðlíkahaldi á 3,7 mió. kr. Neyvari kostnaðurfæst eftir prosjektering og útbjóðing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald