Staðfest er, at bæði Vørn og Taks siga seg ikki klára at hava fult eftirlit við, um útlendskir aktørar í fiskivinnuni óreiðiliga vinna pening burtur úr føroysku fiskivinnuni. Stovnarnir siga seg heldur ikki megna at hava nóg gott eftirlit við eigaraviðurskiftunum í vinnuni. Hetta er órógvandi, og má landstýrismaðurin stryrkja eftirlitið.
At landstýrismaðurin hevur eitt ???magafornemmilsi??? av, at alt
er í lagi, er ikki nøktandi og heldur ikki álítandi. Her má Jacob Vestergaard
seta pening av til at styrkja eftirlitið við høvðusvinnu okkara.
Eitt er, at landstýrismaðurin ikki tekur ávaringarrópini frá
stýrsins stovnum í álvara. Men nú bæði Skipara-og Navigatørfelagið og
Maskinmeistarafelagið ávara um, at summir av limum teirra fáa minni inntøku, tí
reiðaríini við útlendskum ognarluti lata sær tað lynda, hoyrist heldur einki úr
Fiskimálaráðnum.
Flokspartamaður landstýrismansins Pól Huus Sólstein var
eisini í miðlunum við eini skilagóðari ávaring um júst hetta sama, men tað
tykist heldur ikki at órógva landstýrismannin.
Eg vil heita á landstýrismannin at taka hesi viðurskiftir í
álvara og seta pening av til eftirlitið, eisini eigur Jacob Vestergaard at
kanna viðurskiftini og ikki dúva uppá ???magafornemmilsir???.
Jóhannis Joensen
Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald