Politikkur

Landsstýris-og løgtingsfólk áttu at gingið á odda

...

2020-05-11 16:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í útvarpstíðindum í dag, segði landsstýrismaðurin ífíggjarmálum m.a. ,at samfelagið var í djúpari kreppu og at hann tí hevði heittá starvsmannafelagið at fáa strikað avtalaðu lønarhækking.

Eingin ivi um, at  hann sum fíggjarmálaráðharri hevur fingurin á pulsinumog veit hvat hann tosar um.

COV19 hevur sum kunnugt rakt hart kring allan heim og ereingin ivi um, at hon eisini kemur at gerast ein dyggur búðskaparligur smeiturfyri føroyska samfelagið.

Nú landsstýrismaðurin hevur heitt á verkafeløgini um at vísahógv og við starvsmannafelagið beinleiðis at strikað lønarhækkingina, so kunditað uttan iva verið sera skilagott , at landsstýris-og løgtingsfólk gingu undanog vórðu tey fyrstu, sum, í hvussu so er eitt tíðarskeið, fóru niður í løn ???eini 10 %.

Fleiri dømi eru um, at m.a.politikarar uttanlanda orsakaðCOV-19 eru farnir niður í løn. T.d. í New Zelandi hevur stjórnaleiðari haravgjørt, at alli ráðharrar har tað næsta ½ árið fara 20% niður í løn.

At landspoltiski mynduleikin soleiðis í krepputíðum hevðigingið undan hevði uttan iva havt eina ja-liga ávirkan millum manna , soleiðisat onnur á teim ???hægru rókunum??? eisini fóru at vísa samfelagssinni , nú,samfelagið, sambært fíggjarmálaráðharranum, er í djúpari kreppu.

 

Eiði tann 11. Mai 2020

 

Tordur J. Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder