Politikkur

Landsstýrismaðurin vitjar Fiskaaling

...

2020-02-08 11:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin við Vinnumálum, Helgi Abrahamsen, vitjaði Fiskaaling norðurði við Áir í dag, har hann fekk kunning um virksemi felagsins.

Stjórin og nevndarformaðurin í Fiskaaling, ávikavist Jóhanna Lava Køtlum og Kristoffur Laksá, tóku ímóti landsstýrismanninum, umframt starvsfólkini á Fiskaaling.

Hetta er fyrstu ferð landsstýrismaðurin vitjar Fiskaaling síðani løgtingsvalið í 2019. Endamálið við vitjanini var at kunna politisku skipanina um virksemið hjá Fiskaaling.

Deildirnar fyri Biotøkni, Fiskaheilsu og Tøkni & Umhvørvi greiddu frá virkisøkjum sínum. Virksemið snýr seg í høvuðsheitum um gransking og tænastum í sambandi við alivinnu. Stórur partur av gransking og verkætlanum verður framt í samstarvi við vinnuna, útlendskar partar og við granskingargrunnar burturi og heima, so sum Granskingarráðið.

Vitan um laksalús er ein áhaldandi og týðandi partur av granskingararbeiðinum hjá Fiskaaling, sum m.a. hevur til endamáls at tryggja trivnaðin hjá laksinum. Kanning av streymviðurskiftum er eisini dømi um gransking, sum er við til at veita vitan um møguleikarnar fyri aling á harðbalnum økjum.

Jóhanna Lava Køtlum legði dent á, at arbeiðið hjá Fiskaaling fyrst og fremst snýr seg um at tryggja vitan til eina varandi alivinnu í Føroyum. Fiskaaling gagnnýtir gransking og kanningarúrslit til at framleiða enn betri vitan, sum kann betra um møguleikarnar hjá føroysku alivinnuni.

Helgi Abrahamsen, sum eisini er landsstýrismaður í alimálum, segði seg vera væl nøgdan við ta kunning, hann fekk um virksemið hjá Fiskaaling.

Saman við landsstýrismanninum vitjaðu eisini aðalstjórin, Herálvur Joensen, og deildarstjórin á vinnudeildini, Pól E. Egholm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder