Politikkur

Landsstýrismaðurin vitjaði í Sundalagnum

...

2019-11-08 13:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hósdagin 7. november var landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum á vitjan í Sunda kommunu.

Borgarstjórin hevði boðið honum saman við embætisfólkum til kunnandi fund um tær avbjóðingar, kommunan hevur viðvíkjandi ferðavinnu í bygdunum Saksun, Tjørnuvík og Gjógv.

Umsitingin greiddi frá um gongdina higartil. Greitt var frá um átøk, sum kommunan hevur gjørt í bygdunum fyri at skipa ferðavinnuna betri. Tað er gjørt bæði fyri at skapa karmar fyri vinnuna og fyri at minka um amparnar, sum íbúgvarnir merkja av vaksandi ferðavinnuni. Kommunan ynskir, at landsmyndugleikarnir gera eina greiðari skipan fyri hvørji rættindi og skyldur ferðafólk og tey, sum varða av lendinum, hava, tá farið verður av alfaravegi og út í bø og haga.

Landsstýrismaðurin og kommunan eru samd um at avbjóðingarnar krevja politiska raðfesting. Landsstýrismaður greiddi frá, at arbeiðið er byrjað, men at hetta er eitt avbjóðandi mál at loysa, og at tað er umráðandi, at allir partar verða hoyrdir, áðrenn nakað verður sett í verk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder