Politikkur

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum á fund við amerikanska starvsbróður sín

...

2021-05-15 10:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mánadagin fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, á fund við amerikanska starvsbróður sín Antony Blinken. Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, og grønlendski uttanríkisráðharrin, Pelle Broberg, verða eisini á fundinum, sum verður í Keypmannahavn. Umframt mál av áhuga fyri ávikavist Danmark og Grønland, skulu millum annað samstarvið millum Føroyar og USA og støðan í Norðurhøvum og Arktis umrøðast.

Jenis av Rana hitti undanfarna amerikanska uttanríkisráðharran Michael Pompeo í Keypmannahavn í juli í fjør. Í november skrivaðu Føroyar og USA undir partalagsyvirlýsing um økt sínámillum samstarv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder