Politikkur

Landsstýrismaðurin fult álit á koppseting

...

2021-02-03 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjúkrahúsleiðslan hevur greitt landsstýrismanninum frá, hvørjar mannagongdir eru brúktar, tá vaksinuskamtar eru lopnir av í sambandi við koronukoppseting. Landsstýrismaðurin er nøgdur við svarið og alla koppsetingargongdina. Hann hevur eisini fult álit á, at alt sjúkrahúsverkið ger sítt arbeiði til lítar og í samsvari við koppsetingarætlanina.

Kringvarp Føroya hevur í Degi og Viku 2. februar sett spurnartekn við, at sjúkrahúsverkið í ávísum førum hevur sent skundboð eftir fólki at koppsetast fyri koronu uttan um planløgdu koppsetingarskránna, sum er ásett í kunngerð.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur í morgun fingið frágreiðing frá leiðsluni í sjúkrahúsverkinum um mannagongdirnar, sum hava verið fylgdar í hesum sambandi.

Talan er um støður, sum íkomu ta fyrstu tíðina, eftir at farið var undir at koppseta fyri koronu. Tá kom tað fyri, at skamtar lupu av, tí innkallað fólk annaðhvørt ikki møttu upp til koppseting ella góvu avboð í seinastu løtu. Eisini vísti tað seg, at tað var meira koppingarevni í gløsunum, enn vaksinuframleiðarin hevði upplýst.

Koppingarevnið er viðbrekið og goymist sera stutt, tá tað er tikið úr frystaranum og gjørt klárt til innspræning. Tí hevur tað verið umráðandi at boðsenda fólki í skundi at koppsetast, tá skamtar hava verið til avlops, um hesir ikki skuldu fara fyri skeytið.

Av teimum umleið 4.000 fólkunum, sum higartil eru koppsett, eru tað færri enn 100, sum eru koppsett upp á henda mátan við avlopsskamtum. Umleiði 80 av hesum eru starvsfólk, sum eru í serligum vandabólki við tað, at tey hava beinleiðis samband við sjúklingar og tískil kortini skuldu verið koppsett samsvarandi koppsetingarkunngerðini. Hini 20 hava ikki beinleiðis sjúklingasamband í gerandisdegnum, men fleiri teirra eru kortini í koppsetingartoyminum og eru tískil eisini í ávísan mun í smittuvanda.

Eftir tær fyrstu koppsetingarnar er tað nú í innkallingunum lagt upp fyri, at einstøk fólk ikki fáa møtt, og at meira koppingarevni er í gløsunum enn upprunaliga hildið. Hetta er millum annað gjørt við at víðka um listan við fólki, ið til ber at boðsenda í skundi til koppseting, og sum frammanundan eru fevnd av koppsetingarkunngerðini.

Landsstýrismaðurin er nøgdur við frágreiðingina, har dentur eisini er lagdur á, at nærum onki koppingarevni er farið til spillis í Føroyum. Til samanberingar verður í Danmark roknað við, at umleið 10 prosent av koppingarevninum fer til spillis.

Vit vita øll, at stóra avbjóðingin allatíðina hevur verið at fáa nóg mikið av vaksinu. Tað er avbjóðingin allastaðni í heiminum. Tí er tað eisini sera umráðandi, at hvør einasti skamtur verður brúktur, og tað er tað, sum tey í sjúkrahúsverkinum hava tryggjað sær við at boðsenda fólki, sum kortini stóðu frammarlaga at verða koppsett, tá skamtar av onkrari orsøk hava verið til avlops. Tað er rós vert, og eg havi onga orsøk at ivast í, at tey í sjúrkahúsverkinum gera alt, sum stendur í teirra makt at fylgja kunngerðini og annars brúka vit og skil, tá serstøður íkoma, sigur hann.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder