Politikkur

Landsstýrismaðurin frásigur sær alla ábyrgd

...

2018-08-15 09:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Áhugavert at hoyra Jón Brian Hvidfeldt tráspyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum um grundgevingarnar fyri at lata økis- ella menningarkvotur. Upprunað teksturin er jú hann, at tað eru nakrir aktørar, sum hava ov nógv og nú skal hetta umfordeilast. Tað er so tað. ??rslitið er nú staðfest og faktiskt er tað sera margháttligt at hoyra landsstýrismannin skúgva sær undan ábyrgd og veruliga koma við einari útmelding, at hetta er tað hann hevur ynskt og at hetta er tað hann sær fyri sær, er rættvíst og rímuligt fyri Føroyar og føroyingar.

Men tað kann hann jú ikki ??? og so slettis ikki ??? tí alt hetta tvætli um eina nýggja fiskivinnunýskipan, nýggj lóg um Sjófeingið og eina rættvísa fordeiling er ikki til staðar. Hetta er poltisk umfordeiling og hevur so at siga einki við menning at gera. At takað frá onkrum og samstundis niðurlaga, hevur einki við menning at gera, men er bara ein umfordeiling, sum sitandi samgonga satsar uppá, kann tryggja teimum framhaldandi vald í landinum.

Hetta hvørki má ella kemur at halda, tí skjáttan við argumentum hjá samgonguni er tóm og øll tøl peika skeivan vegin tá ið hugsa verður um, at førdi fiskivinnupolitikkurin er okkum øllum at framað. Nevniliga tað, at fólksins ogn skal komað okkum øllum tilgóðars, heldur ikki ??? tí ferð aftaná ferð síggja vit, at tann sokallaða fólksins ogn ??? verður nýtt til at fíggja ein katastrofalan politik hjá sitandi samgongu ??? og er bert talan um nøkur heilt fá, sum fáa ágóðan av hesum.

Tað er sjálvandi gleðiligt, at ávís økir nú fáa møguleikan at royna seg innan uppisjóvarvinnuna - men sum sagt - hetta er ikki menning og talan er ikki um menningarkvotur - tí: "If you are robbing Peter to pay Paul" - so er bert talan um at flyta ein aktivitet.

Landið bløðir og kemur at bløða um vend ikki kemur í nú.

Símun Gullaksen, formaður
Norðoya Fólkafloksfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder