Politikkur

Landsstýrismaðurin átalar frávik

...

2021-03-04 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur dent á, at koppsetingarkunngerðin í sambandi við koronufarsóttina skal fylgjast, og at tað ikki var í lagi at gera undantak fyri sendifólkum. Landslæknin hevur fingið átalu fyri at hava mælt til hetta. Landsstýrismaðurin staðfestir samstundis, at onnur frávík, til dømis koppseting av fólki hjá Smyril Line, longu vóru umfatað av frágreiðingini, hann fekk frá sjúkrahúsleiðsluni 2. februar.

Aftur í gjár viðgjørdi Kringvarp Føroya dømi, har sjúkrahúsverkið av sínum eintingum hevur gjørt frávik frá koppsetingarkunngerðini og koppsett fólk, sum ikki vóru umfatað av henni. Talan var um sendifólkið í London við maka, sum vóru koppsett í januar eftir umbøn frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum og tilmæli frá landslæknanum, umframt fólk hjá Smyril Line. Eisini hevði landslæknin tilmælt, at føroyska sendifólkið í Kina og makin kundu koppsetast.

Landsstýrismaðurin bað í gjár um eina frágreiðing frá sjúkrahúsleiðsluni. Hesa hevur hann nú fingið, men hann væntar, at sjúkrahúsleiðslan og landslæknin sjálv alment fara at greiða nærri frá, hvat ítøkiliga er hent.

Eg taki frágreiðingina til eftirtektar, men leggi samstundis stóran dent á, at koppsetingarkunngerðin skal fylgjast, og at tað ikki er í lagi at raðfesta eitt nú sendifólk við makum fram um onnur fólk. Eg havi eisini persónliga tosað við landslæknan í morgun og átalað, at hann hevur mælt til hetta. Hin parturin av málinum, sum millum annað snýr seg um fólk hjá Smyril Line, er heldur ikki í lagi, men hann var longu umfataður av frágreiðingini, eg fekk frá sjúkrahúsleiðsluni 2. februar, og sum hon eisini tá bað um umbering fyri. Í tí partinum er einki nýtt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at sendifólkið í London og makin vóru koppsett fyrru ferð í januar, men umbønin um koppseting av sendifólkinum í Kina við maka er nýggjari. Tey eru tí ikki koppsett og verða heldur ikki tikin fram um onnur at koppsetast.

Í frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin fekk frá sjúkrahúsleiðsluni 2. februar, var greitt frá, at frávik í ávísum førum høvdu verið gjørd frá koppsetingarkunngerðini fyri at forða fyri, at vaksinuskamtar fóru fyri skeytið. Í tí sambandinum vóru umleið 20 persónar koppsettir, sum ikki vóru umfataðir av kunngerðini og onki beinleiðis sjúklingasamband høvdu.

Soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur fingið málið upplýst nú, vóru koppsettu persónarnir hjá Smyril Line ímillum hesi 20.

Frágreiðingin frá Sjúkrahúsverkinum kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder