Landsstýrið kannar í løtuni møguleikan fyri at herða ásetingarnar í revsilógini um neyðtøku.
Tað svarar løgmaður Hervøri Pálsdóttir, tingkvinnu, ið hevur spurt um ásetingar um neyðtøku í revsilógini.
Nógv bendir á, at ásetingarnar í donsku revsilógini um neyðtøku verða broyttar í næstum. Eftir ætlan verður eitt uppskot lagt fyri Fólkatingið í komandi mánaði. Helst verður farið frá einari tvingsilsgrundaðari neyðtøkuáseting til eina áseting, sum er grundað á annaðhvørt frían vilja ella á samtykki.
???Landsstýrið hyggur í løtuni nærri at, hvussu norðurlond hava valt at skipa seg á hesum øki. Royndirnar í okkara grannalondum verða síðani brúktar sum grundarlag, tá ið støða skal takast til, hvussu ein føroysk áseting skal orðast???, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað.
Landsstýrið ætlar í hesum arbeiði at umrøða spurningin nærri við ymiskar áhugabólkar - eitt nú KRIS, Amnesty International Føroyar, Føroya Politistafelag og Advokatfelag Føroya, eins og hevur verið gjørt fyrr, tá ið broytingar eru gjørdar í revsilógini.
Eisini verður neyðugt at gera undirvísingartilfar og skipa fyri evnisdøgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald