Politikkur

Landsstýrið sett ferð á høvuðsmálini

...

2019-09-26 12:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu tveir dagarnar hevur landsstýrið brúkt til at skipa sítt arbeiði komandi tíðina. Endamálið við fundarrøðini á Hotel Vágum hevur verið at raðfesta, gera tíðarætlan og at leggja til rættis, hvussu høvuðsmálini verða rokkin.

???Samansjóðingini seinastu dagarnar er við til at tryggja eina góða byrjan og eitt gott stev í landsstýrisarbeiðinum. Eisini hava vit gjørt av, hvussu vit vilja skipa landsstýrisarbeiðið komandi tíðina,??? sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Umframt at seta ferð á høvuðsmálini hetta samgonguskeiðið, hevur landsstýrið viðgjørt tey mest átrokandi málini. Millum tey teljast fíggjarlógin fyri 2020 og eykajáttanin fyri 2019. Eykajáttanin er avgreidd og verður borin í Løgtingið í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder