Politikkur

Landsstýrið má traðka í karakter

...

2020-04-23 13:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú haldi eg, at landsstyrið má traðka í karakter. At stýra einum landi í kreppu við at "mæla til", "tilmælum" og hugtøkum sum "sáttmála við fólki" ber snøgt sagt ikki til. 

Landsstyrið má útvega sær neyðuga lógarheimild, sum gevur heimild fyri at seta avmarkingar fyri ferðafólk, sum ferðast úr útheiminum til Føroyar. Hettar er ein trupul uppgáva, men hon er neyðug. 

Um vit avbyrgja tey sum koma til landið, kunna vit samstundis opna føroyska samfelagið aftur. 

Eg veit, at flestufólk, sum koma til Føroyar vísa ábyrgd og akta boðini, men tíverri veit eg eisini um fólk, sum ikki yvirhalda "sjávbodna" sóttarhaldi. Eingin keta er sterkari enn veikasta liði. So leingi fyribyrjandi tiltøk ikki verða sett í verk fáa vit ikki tamarhald á coronasmittuni. Ísland hevur tikið avgerð um at seta slík tiltøk í verk, og vit eiga at ganga somu leið. 

Eg sigi ikki, at vit skula samtykkja allan pakkan av herðingini av epidemilógini, men vit mugu hava rygg til at seta neyðg tiltøk í verk í hesum døgum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder