
Tað verður nú møguligt hjá í mesta lagi 200 fólkum at koma saman í skipaðum bólkum. Hetta er millum broytingar í koronutilmælunum, sum løgmaður legði fram á tíðindafundi fyri løtu síðan.
???Nú lýsir aftur í eystri, og vit seta enn meira ferð á føroyska samfelagið. Ja, vit seta ??? næstan ??? fulla ferð á. Og tað hava vit góða orsøk til at gera, tí vit hava lært at liva við hóttanini, vit hava verið skjót at tillaga okkum. Í løtuni hava vit onga smittu í landinum, tí vit hava ansað eftir hvørjum øðrum,??? heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
??ll, sum eru liðugt vaksinerað, og tað eru átta dagar síðan seinna prikið, sleppa tann 1. apríl undan 6 daga heimauppihald. Eisini er greitt, at kravdar kanningar á markinum verða gjørdar fram til 30. juni.
???Tað er sjálvandi freistandi at sleppa øllum fyrivarnum nú, men hetta er als ikki ráðiligt. Vilja vit varðveita okkara sjáldsomu góðu støðu, mugu vit framhaldandi ansa eftir. Koronasmittan kann bæði skjótt og brádliga taka dik á seg aftur. Við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni,??? vísir løgmaður á.
Verandi tilmæli eru galdandi fram til eftir páskafrítíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald