Politikkur

Landsstýrið letur 500.000 kr. til neyðhjálpararbeiði í Libanon

...

2020-08-08 09:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya landsstýri hevur gjørt av at lata 500.000 kr. til Libanon.

Síðani spreingingina í Beirut týsdagin hava fleiri fólk latið lív og fleiri hava fingið skaða, og støðan í libanska høvuðsstaðnum er sera hættislig. Tí hevur Landsstýrið gjørt av at lata neyðhjálp, og tað verður Reyði Krossur, sum skipar, hvussu peningurin verður brúktur í vanlukkurakta økinum.

Peningurin verður millum annað brúktur til bráðfeingisskaðastovur, heilivág, útbering av teppum, vatni og mati umframt útgerð til reinføri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder