2020-02-28 12:19
L??GTINGIÐ: Hesa tingsetuna hevur landsstýrið latið Løgtinginum á alt 54 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Landsstýrið hevur seinastu dagarnar latið Løgtinginum í alt 27 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá flest øllum stjórnarráðum.
Millum uppskotini, sum landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru:
- Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)
- Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti
- Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttarøkið)
- Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving og stuðul, gransking, menning og nýskapan
- Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
Uppskotið um at skatta vinningin av fiskiloyvum verður latin Løgtinginum í næstum við 17 undirskriftum. Talan er um eina serlóg við ávísum løgfrøðiligum avbjóðingum, sum fyrisitingin arbeiðir við í løtuni.
Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 54 uppskot fyri Løgtingið. Talan er um løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald