Politikkur

Landsstýrið fer at stuðla sperdum virksemi

...

2021-03-25 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýrið vil stuðla ferðavinnuni, ítróttinum og mentanini, soleiðis at hetta virksemið kann fóta sær aftur, nú samfelagið væntandi letur upp.

???Góða smittugongdin og koppsetingin gevur okkum eina vón um, at vit kunnu lata upp rímiliga skjótt, men ávíst virksemi hevur tað kortini sera torført í løtuni.,??? sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Landsstýrið arbeiðir við at leingja hjálparpakka 3, sum merkir, at fyritøkur og felagsskapir millum annað kunnu fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur.

???Hetta er seinasti teinurin. Tí er tað rætt at veita ein fíggjarligan styrk til virksemi og vinnur, sum hava verið ávirkaðar av teimum tiltøkum, ið landsstýrið hevur set í verk hetta seinasta árið,??? sigur løgmaður.

Í løtuni fyrireikar landsstýrið uppskot, sum skulu leggjast fyri Løgtingið. Í hesum sambandi verður eisini hugt at, hvussu leingi hjálparpakkin skal verða í gildi. Longdin á hjálparpakkanum veldst um, hvussu tað fer at ganga við smittuni næstu tíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder