2021-05-20 08:30
Danska fjarstýringin røkkur nú so væl út í Tinganes, at vit nú hava eitt Danstýri ístaðin fyri eitt landsstýri.
Blinken, amerikanskur uttanríkisráðharri, hevur verið á vitjan í Danmark. Orsøkin eru Føroyar og Grønland.
Meðan grønlendski landsstýrismaðurin hevur vart grønlendsk áhugamál hevur føroyski landsstýrismaðurin staðið undir liðini á danska uttanríkisráðharranum og nikkað.
???Vil ikki siga hvat amerikanarar sleppa at gera í Føroyum. Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, er fáorðaður um, hvat Danmark fer at loyva amerikanarum at brúka føroyskar havnir til??? Soleiðis stendur í grein á heimasíðuni hjá Kvf.
Hugsið tykkum, ein danskur politikari skal gera av, hvat hendir í Føroyum.
Kanska ikki so løgið, at danskir fólkatingslimir tosa um ???den rigtige udenrigsminister???, tá tey tosa um danska uttanríkisráðharran.
Sigast má, at fjarstýringin av Christiansborg røkkur væl út í TInganes. Har er tað ikki longur eitt landstýri, men eitt Danstýri.
Beinta Løwe
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald