Politikkur

Landskassaskuldin er heldur stuttfreistað

...

2020-04-20 15:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Renturnar, sum Føroyar rinda av landskassaskuldini, eru nógv minkaðar síðani 2011, men landskassaskuldin er sett saman av heldur stuttfreistaðum lánum. Best hevði verið at havt lutfalsliga fleiri langfreistað lán.

Landskassin hevði við árslok 2019 eina samlaða lánsbærvaskuld á 3,7 mia. kr., ið er samansett við fýra lánum. Lánini hjá landskassanum eru heldur stuttfreistað, tí trý av teimum hava eina afturgjaldstíð á 5 og 6 ár, meðan tað fjórða hevur 15 ára afturgjaldstíð. Landið skal oftari út á fíggjarmarknaðin at taka nýggj lán, tá lánini hava stutta afturgjaldstíð og tað ger endurfíggingarváðan størri. At hava longri afturgjaldstíð er samstundis ein trygging ímóti ógvisligum rentuhækkingum á fíggjarlógini frá einum ári til annað. Hóast langfreistaðu lán eru dýrari, eru tey tryggari, tí við teimum er minni ivi um komandi lániútreiðslur. Minni ivi um komandi útreiðslur er sum útgangsstøði gott fyri fíggjarliga støðufesti.

Samanborið við grannalondum okkara, hava Føroyar munandi styttri afturgjaldstíðir á sínum lánum. Afturgjaldstíðirnar eru roknaðar út frá, hvussu long tíð er eftir, til lánið fellur til gjaldingar. Niðanfyri eru nøkur dømi(kelda Nordea Market):

Týskland 9,4 ár
Danmark 8,6 ár
Finnland 8,0 ár
Svøríki 5,6 ár
Norra 3,6 ár
Føroyar 2,6 ár

Í juni 2019 fall eitt lán hjá landskassanum á 1,1 mia. kr. til gjald­ingar. Tá vóru 800 mió. kr. av láninum goldnar og 300 mió. kr. endurfíggjaðar við at hækka tað lánið, sum fellur til gjald­ing­ar í juni 2020. Rentan á endur­fíggingini var einans -0,36% og hetta var fyrstu ferð lands­kassin lænti til negativa rentu. Komandi lánið, ið skal gjaldast í juni, er á 1,345 mia. kr. Bara rentur (og ikki avdráttir) verða goldnar í lánitíðini, og tá lánitíðin er av, verður øll lánsupphæddin goldin í einum.

Landskassin rindaði 0,86% í miðal í rentu av sínum fýra lánum á tilsamans 3,7 mia. kr. í 2019 (Mynd 1). Á myndini sæst at miðalrentan, sum Føroyar rinda av síni skuld, er nógv minkað síðani 2011. Í 2011 var rentan á landskassaskuldini í miðal 3,04%. Var miðalrentan á sama støði sum í 2011, hevði landskassin goldið 80 mió. kr. meira í rentuútreiðslum í 2019 fyri skuldina á 3,7 mia. kr.

Mynd 1 - Lánsbrævaskuld: Miðal renta ultimo ár

Les meir íársfrágreiðingini hjá Landsbankanum fyri 2019.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder