Politikkur

Landsfundurin hjá Miðflokkinum verður fríggjadagin 12. mars

...

2021-03-08 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður fríggjadagin 12. mars í skúlanum á Fossanesi, heimavøllinum hjá Steffani Klein Poulsen. Vegna korona var eingin landsfundur í 2020, men nú eru umstøðurnar broyttar so mikið, at miðflokkafólk úr øllum landinum nú í 2021 kunnu savnast grækarismessudag í skúlanum á Fossanesi.

Landsfundirnir hjá Miðflokkinum hava altíð verið góðir og gevandi, merktir av góðum sangi, andakt og lívligum politiskum orðaskifti! Harafturat verða framløgur frá landsstýrismanninum í Mentanar- og Uttanríkismálum, Jenisi av Rana, og frá tingmonnunum Bill Justinussen og Steffani Klein Poulsen.

Sum altíð verður borðreitt við góðum mati, og hesa ferð verður einki undantak. Kl. 16 verður suppa at fáa. Kl. 17.00 byrjar so landsfundurin og heldur á til uml. kl. 20.30. Eftir fundin verður borðreitt við døgurða. ??ll eru hjartaliga vælkomin, og vónandi síggja vit nógvar miðflokkavinir henda dagin.

Landsfundurin verður skipaður eftir almennu korona tilmælunum.

--

Vinarliga

??lavur í Geil

Skrivari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder