Formansrøða
Landsfundur Fólkafloksins19. Nov. 2016
Jørgen Niclasen, floksformaður
Farið fyrst at takka fyriálitiðvið formansvalinum.Vit umboða ein flokk, sum vil loysnir. Ein flokk sumbæðivilog torirframburð.
Tað skulu borgarligir herðar at bera tungar dagar. Enn meira umráðandi er, at borgarligir herðar bera, tá tað lýsur. Ja, ella myrknar skjótt aftur. Vandi er fyri, at tað nú hendir.
Fyri 5 árum síðan, fekk flokkurin besta val í nýggjari tíð. ?? vikuni fingu vit so bestu veljarakanning nakrantíð. Hugaligt, men eftir mínum tykki, er sera stór óvissa í veljarakanningum. Kanska, hon tó vísir eitt rák. Fólkaflokkurin hevur seinnu árini verið sterkur um landi og sær út til at tað eru vit enn. So samb. veljarakanning eru vit stórsti flokkur í Føroyum, og við Anniku Olsen hava vit vónandi leiðsluna í høvuðsstaðnum 1. Jan. Og vit vinna næsta val.
Alternativið til Fólkaflokkin ber ikki. Vit síggja sjón fyri søgn við sitandi reyðu samgongu. Kappbjóðing í almennari umsorgan stendur ikki einsamøl. Bara vøkstur kann skapa vælferð. Um vit seta almenna umfordeiling fram um persónliga frælsimissa vit bæði. Eftir bert einum árið við reyðu samgonguni eru longu tekin um, at tað er við at henda.
Seinastu árini hava vit sæð eina gongd móti metlágum arbeiðsloysi, eina vinnu í stórari menning og avlop á fíggjarlógini. Fólk hava streyma aftur til landi. Eitt land í blóma.
Tað er tungt og drúgt at byggja upp, men tað er lætt og skjótt at broyta niður.
Sitandi samgonga legði harðliga til brots við eini skatta- og avgjaldsøði, sum bara kundi skaða. Eftir stóran vøkstur í lønarútgjaldingum í øllum greinum, er longu eftir einum árið, stígur komin í. Vøksturin í serliga framleiðsluvinnunum er seinastu mánaðirnar steðgaður.
Í ár er ikki nógv komi frá samgonguni. Stórt sæð alt er sent í nevnd, kundu sagt nevndarsamgongan. Har eru ilt at fáa eyga á nakrar semjur, men kanska málið einans er at halda Fólkaflokkin uttanfyri. Kollfirðingurin segði einaferð, at tá illimaður vildi hevnd, setti hann eina nevnd.
Nevndir eru settar at gera fiskivinnunýskipan, pensjónsnýskipan, heilsunýskipan, skattanýskipan, fólkaskúlanýskipan, stýriskipanarlóg og..... veit ikki um eg havi gloymt nakra. Eg verið, sum formaður, biðin til fundar í flestu av hesum nevndum í heilum. Tað sum eyðkennir arbeiðið, er atgerðarloysi. Tað verður tosa um leyst og fast, ongar semjur hómast og eingin framdrift. Samgongan veit ikki hvat hon sjálv vil og er ikki áhuga at gera sum andstøðan heldur. Men tað løgnað er, at tey lata væl at í fjølmiðlunum.
Fólkaflokkurin hevur boð upp á øll økini.
?? pensjónsøkinum er okkara boð ein eftirlønaruppsparing hjá hvørjum einstøkum og so eina fólkapensjón, har tað loysir seg at arbeiða hjá teimum sum kunnu og orka og vit taka okkum av teimum sum leggjast fyri. So er semjan í eygsjón. Tykist tó, sum samgongn heldur vil avtaka grundarupphæddina í fólkapensjónini og hækka skattin til samhaldsfasta. Við tí gevur nýskipanin onga meining, tí tað er júst ein burturav skattafíggjað pensjón, sum ikki ber í framtíðini.
Heilsunýskipan er enn einafer blivin ein spurningur um leiðslu og bygningar. Fyri okkum skal fokus sjálvandi verða á sjúklingin og viðgerðirnar. Ein nýskipan skal taka støðu til, hvørjar viðgerðir eru hvar. Men enn einaferð vil samgongan bara tjakast um, hvør skal ráða yvir hvørjum.
Stjórnarskipanararbeiðið er sum at rógva í siropi. Stríðið millum Sambandið og Tjóðveldi tykist sum nevaleikur í hvør sínum boksiringi, har løgmaður tykist groggy. Stjórnarskipan skal eftir mínum tykki serliga snúgva seg um rættindi og skyldur hjá einstaka føroyinginum. Hetta royna vit at fáa samgonguna til, men strilti gongur.
Í upplegginum frá tríeindini: løgmanni, Poul og Hoydal fyllir hetta minst. Um frælsi hjá tí einstaka, stendur mest um frælsi í einum fongsli. Teir krevja, at minniluti í løgtinginum skal kunna krevja fólkaatkvøðu um allar lógir, men als ikki um hjúnabandslóg og skattalógir. Eisini stendur, at løgtingið má ikki gera stórar broytingar til 3. viðgerð i tinginum, hóast tað júst er tað, sum hendan samgongan ger. Og so skal stjórnarskipanin tryggja almenn arbeiðspláss, har almennir stovnar, sum landsbankin skal standa í. Tað er burturvið.
Sjálvandi eru nógvar góðar og neyðugar ásetingar í uppskotinum, men alt ov nógvur dagligur politikkur er í. Eftir mínum tykki, reyður partapolitikkur. Tað má lúkast út.
Persónliga frælsi er lykilin til framburð. Persónliga frælsi er lykilin til veruliga umsorgan.Hetta skal verða landiðviðmøguleikum. Eitt land sum eggjar heldur enn forbjóðar. Eitt land sum lønar heldur enn revsar.Minst til, tað er betur at tendra eitt ljós enn at banna myrkrinum. Tað mugu vit altíð hava fyri eyga íokkara arbeiði fyri fólkið. At tryggja persónliga frælsi, eigur at verða bulurin í eini stjórnarskipanini.
Fiskivinnunýskipanin tykist sum ein keipuleikur. Vit hava luttikið á fleiri fundum. Teir flestu, har embætisfólk hava útlagt tekstin hjá nýskipanarnevndini. Landsstýrimaðurin er sera væl nøgdur við hvønn fund, men einki er hent. Vit vita ikki hvat samgongan er samd um og landsstýrismaðurin hevur ikki flutt seg ein millimetur móti nøkrum andstøðuflokki. Fyri hann er altavgerandi, at arbeiðsplássini hjá okkara fiskimonnum øll skulu seljast á uppboðssølu. Alt verður tá gott, heldur hann og hinir báðir.
Landsstýrið minnir ikki sørt um feðgar á ferð. Munurin er nokk bara, at í landsstýrisfeðgunum eru teir tríggir, nevniliga floksleiðarnir. Kanska tann 3. er Rekamaðurin í Krabbaurð. Í Feðgum á fer, eru Feðgarnir í grind og í ovfarakæti eru teir sera spentir upp á uppboðssøluna av grindahvalinum og bjóða til allar hægsta boð, einki óført.
Feðgarnir kundu nú sum Rekamaðurin rópa ???hvalurin er mín???. Fongurin stórur og gleðin ikki minni. Men sum tíðin gongur, skal rokningin rindast. Nú má lívsgrundarlagið offrast fyri uppboðssølurúsin.
Feðgarnir mugu til endans tungu gongdina niðan brekkuna við kúnni. Tað mest lívstryggjandi í familjuni mátti seljast. Okkara landsstýrisfeðgar dansa nú um gullkálvin og uppboðssølueksperimenti, meðan teir rópa: ???Hvalurin er mín.??? Men rokningin skal rindast.
Ein fiskivinnunýskipan má geva vinnuni tryggar karmar. Ein uppboðssøla er at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin. Tað er ein drenan av vinnuni, sum steðgar nýíløgum og konsolidering. Vit verða afturúrsilgd. Okkara áheitan er, at skipa fiskivinnuna í eini loyvisskipan við einum áramálið, eins og alivinnan. Løgmaður hevur fegnast um alivinnuna og burdi tí kunna gjørt semju við Fólkaflokkin um líknandi skipan fyri fiskivinnuna. Vit bjóða okkum fram.
Hóast alt er tað ikki so galið, at reyða samgongan hevur avrikað lítið síðan skatta- og avgjaldsøðina í fjør. Tey fáu mál, sum eru komin í løgtingið, hava ikki savnað og gagnað. Kann nevna hjunabandslógina, sum klívur tjóðina, og so royndaruppboðssølan, sum milt sagt miseydnaðist.
Í heyst hevur landsbankin og vágaráð fylt alt. Nógv føgur orð við ongum innihaldið, men bara fleiri almenn størv og eyka útreiðslir. Veruligi landsbankin, sum er Gjaldsstovan, skal nú klúgvast í 2. Eitt váðaráð skal tryggja at ongantíð verður fíggjarkreppa aftur. Hokus Pokus.
Táverandi landsbankin var til bæði tá bankakreppan í 1992 og tann í 2010 komu. Eingin ávaring frá teimum. Landsbankin umsat landskassans innistandandi og megnaði at missa milliónir, tí tey settu pening í Leman Brothers, sum fór á húsagang. Gjaldstovan hevur ikki mist eitt oyra, men hevur gjørt munandi lønsamari og tryggari íløgur.
Vágaráð skal tryggja, at vit ongantíð fáa fíggjarkreppu aftur. Frammanundan hava vit Tryggingareftirlitið, Grunnaeftirlitið, Fíggjareftirlitið, Skrásetingina, Det sysemiske risikoråd og Búskaparráðið. ??staðin fyri 6 eftirlit, skulu vit nú hava tað sjenda. Hetta er burtur úr vón og viti. Kostnaðurin fyri hesa ballón er 10 mió kr um árið. Hvør skal rinda? Fyri at lýsa, hvussu nógv hetta er, svarar tað til allan lands- og kommunuskattin hjá allari manningini á 5 línuskipum. Vit hava bara 15 línuskip í Føroyum.
Størsti vágin við 3 vinstravendum flokkum í stjórn, er vøksturin í almennu útreiðslunum. Undanfarnað borgarliga samgonga helt útreiðsluvøkstrinum niðri á 1,3% um árið. Inntøkurnar vuksu nærum 3 fer so nógv. Tí kundu vit eftir 4 árum lata frá okkum ein landskassa við yvirskoti. Hendan samgongan hevur hækka útreiðslurnar við 4 % fyrsta árið og nærum tað sama í uppskotinum fyri næsta ár. Tann politikkurin ber ikki.
Eg veit, at vinstravendir flokkar hava sum prinsip at økja útreiðslurnar til tær dekka inntøkurnar og so eitt sindur avtræt.
Tá tey nú tosa um breiðar semjur, skal eg boða frá, at vit í Fólkaflokkinum bjóða okkum fram. Okkara boð er, at privati geirin má vaksa skjótari enn tann almenni. Besti lykilin er, at tað fer at loysa seg betur og betur at arbeiða. Bara vøkstur kann skapa vælferð og frælsi. At breiðka skattagrundarlagi, er at skatta somu inntøkur á fleiri mátar. Tá verður persónliga frælsi burtur og landsins frælsi fer sama veg.
Okkara boð er, at verðandi vøkstur skal býtast í 3. 1/3 til skattalætta, 1/3 til vælferð og 1/3 til at rinda skuld.
Fyri at halda politikkarum frá ov stórari peninganýtslu, mæla vit til at gera sum Sveis. Har er samtykt við fólkaatkvøðu, at útreiðslurnar hjá landskassanum ikki kunnu vaksa meir enn ávíst prosent. Hjá okkum kundi hetta verið í mesta lagi millum 1 ??? 1,5%. Send tað til fólkaatkvøðu.
Um samgongan vil nærkast hesum, eru vit í Fólkaflokkinum til reiðar. Tá fáa vit eitt trygt vælferðarsamfelag við frælsum borgarum.
Frælsir borgarar er alt avgerandi fyri einum frælsum landi. Fólkafloksins tjóðskaparliga stavnhald er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vegurin er okkara politikkur.
Seinni í dag viðgera vit uppskot til nýggja stevnuskrá. Okkara politikur og okkara viðsjónir skulu bera okkara land og fólk fram til frælsi.
Góðu Fólkafloksfólk
Lat okkum standa saman um okkara flokk. Føroyar hava ongantíð meira enn nú, brúk fyri einum sterkum Fólkaflokki.
Takk fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald