Politikkur

Landsbankin gamblað & mist 44 mió kr.

...

2019-02-13 22:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsbankin, ið umsitur millum 2,5 til 3 mia. kr., hevur í besta Wall Street stíli gamblað við útlendskum partabrøvum. Hetta hazard spælið endaði við, at landið tapti heili 44 mió. kr. í 2018, staðfesti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til fyrispurning frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, í løgtinginum í dag.

- Gamblingin má steðga. Hetta er at spæla hazard við landsins pengum, og tað má fáa avleiðingar, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder