Lýsing

LAKESIDE er lýst til sølu

...

2020-04-25 16:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??lavur og Asta Poulsen hava lýst LAKESIDE til sølu, eftir at hava havt ferðamannaflutning á vatninum/Leitisvatni í 15 ár.

Í longri tíð havi vit sæð tørvin og møguleikarnar hjá nýggjum og yngri kreftum at taka við LAKESIDE, siga tey við JN.fo

Lakeside útferðirnar hava gott orð á sær, og vit hava nógv sera vælnøgd viðskiftafólk, tað hevur eisini verið hugaligt fyri okkum.

Aftaná hesi 15 árini ynskja vit at takka fyri okkum.Vit hava tí tikið avgerð um, at bjóða øðrum møguleikan at taka okkara part.

Vit vilja positivt hjálpa nýggju eigarunum á allan hátt, við yvirtøkuni og tí sum tørvur er á viðv. tekniskum spurningum, ???upplæring??? í sigling o.l. ??? tað skal ikki skorta.

Tað kundi verið sera hóskandi hjá nýggjum kreftum at byrja við føroyingum nú og síðan útlendingum seinni.

Vit eru SERA takksom fyri tann stuðul og undirtøku, ið vit hava fingið frá nærumhvørvinum og okkara viðskiftavinum, og allar teir frálíku túrarnar ??? næstan uttan mun til veðrið. Tíbetur eingi óhapp og sera fá mistøk.

Nevnast kann, at Lakeside fekk viðurkenning og váttan um burðardygga ferðavinnu í 2016:

Nordic Best Practices Relevant for UNEP 10YFP on Sustainable Tourism and Consumer Information.

??lavur arbeiðir nú mest við smáum vatnorkuverkum, vatnmyllum, sum erserstakliga áhugavert og spennandi, og eisini eitt gott ískoyti til grøna orkuskiftið uttan at hava árin á umhvørvið.

Nærri upplýsingar fáast hjá
??lavi Poulsen tel 230 050

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder