Politikkur

Lætt at spáa um ætlaðar leikir

...

2018-07-25 18:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjúrðarberg er seldur, og tað er fiskivinnunýskipanin hjá samgonguni, ið er orsøkin. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, og boðskapurin verður kritikkleyst loftaður sum tann ævigi sannleikin av andstøðuni og annars øllum teimum, ið bert hava eittans ynski ??? nevniliga at fiskivinnuskipanin verður rullað aftur til tað, hon var fyri 1. januar 2018, og at nakrir útvaldir reiðarar saman við Fólkalflokkinum einsamallir sleppa at gera av, hvussu klaverið skal spæla.

Men tað er ikki tað stóra kynstrið at ???spáa??? um leikir, ið ein sjálvur langt síðani hevur tikið avgerð um at gera; um hendingar, sum ein langt síðani hevur lagt til rættis skulu fara fram til ávísa tíð.

Pallsettur veruleiki
Soleiðis er við hesum dómadagsprofetunum ??? summir teirra teljast ímillum fremstu aktørarnar í føroysku fiskivinnuni ??? ið hava gjørt av, at teir fram eftir skulu brúka alla sína tíð og orku at skriva handrit til og pallseta allar hugsandi vinnuligar, búskaparligar og sosialar vanlukkur, ið standast av fiskivinnunýskipanini. Hetta við tí eina endamáli at forkoma henni og øllum royndum at skipa eitt rættvísari býti av okkara felags ríkidømi.

Stóru bartrogini í hesum pallsetta veruleika eru sjálvsagt Høgni Hoydal, Tjóðveldi og samgongan í nevndu raðfylgju.

Sjálvur bedýraði Hanus Hansen fyri umleið tveimum árum síðani fyri undirritaða, at um bert 25 prosent av øllum fiskatilfeinginum var selt á uppboðssølu, og antitrustmørkini vóru hækkað nakað í mun til tað, sum tá lá á borðinum, so kundi hann og hansara reiðarí væl og virðiliga liva við fiskivinnunýskipanini.

Hann fekk tað, hann bað um, og nakað væl afturat. Men kortini fær nýskipanin skyldina fyri hvørja avgerð, ið hesin reiðari tekur, og sum kann hugsast at hava neiligar avleiðingar fyri manningarnar og starvsfólk á landi hjá reiðarínum.

Falskar ákærur
Og hann er ikki einsamallur. Men at ein ella tveir reiðarar ýla og gnísta, tí teir ikki í allar ævir sleppa at hava einkarrætt til okkara fiskatilfeingi, tað vil so vera.

Men fullkomiliga av órøttum at geva samgonguni og fiskivinnunýskipanini skyldina fyri allar heimsins vanlukkur og allar ópopulerar avgerðir hjá einstøkum reiðaríum, tað kann ikki bara fara aftur við borðinum.

Tí tað er ikki fiskivinnunýskipanin, ið noyðir Hanus Hansen at selja Sjúrðarberg. Hann fekk 85 prosent av sínum gomlu rættindum við sær yvir í nýggju skipanina, og síðani hevur hann verið so íðin at keypa kvotur á uppboðssølu, at hann samanlagt hevur atgongd til minst líka stóran part av allari barentshavskvotuni, sum hann hevði áðrenn 1. januar í ár.

Tað er rætt, at heildarkvotan har yviri er minkað og møguliga fer at minka enn meira, men tað hevur samgongan so ikki skyldina av.

Margháttlig støða
Annars er tað ein margháttlig støða, at undirritaði sum samgonguumboð skal argumentera fyri, at fiskivinnunýskipanin als ikki hevur avmarkað rásarúmið hjá Hanusi Hansen og øðrum reiðarum í mun til tað rásarúmið, teir høvdu, tá flotin fekk verandi samanseting.

Um alt var gingið sum ætlað, so áttu vit í samgonguni at skotið bringuna fram og tikið ímóti rósunum, tí tað mest náttúrliga hevði júst verið, at rásarúmið hjá teimum størstu bleiv eitt sindur avmarkað fyri at geva pláss fyri fleiri aktørum.

Tað var tað, sum lá í kortunum, tá lunnar vórðu lagdir undir fiskivinnunýskipanina. Málið tá var, at gamlir og nýggir aktørar á jøvnum føti skuldu kappast um at sleppa framat at fiska.

Um fiskivinnunýskipanin var fødd við eitt sindur meira av tí mergi og megi, ið upprunaliga var ætlað henni, so hevði tað óivað eisini verið so, at floti og vinna nú tillagaðu seg av dýrastu makt. Helst høvdu veiðitól eisini skift eigara, og onkur hevði helst keypt nýggj og betri hóskandi veiðitól.

Fiskivinnunýskipan light
??tlanin var jú at liberalisera atgongdina til veiðiliðið nógv meira, enn úrslitið bleiv, og at áseta antitrustmørk, ið veruliga tryggjaðu, at nýggir aktørar kundu sleppa inn í vinnuna á nøkulunda jøvnum føti við teir gomlu.

Hevði tað eydnast at byrja av nýggjum 1. januar 2018 við væl meira plássi fyri dynamikki og harvið nýggjum aktørum í fiskivinnuni, enn úrslitið bleiv, so hevði hon óivað elvt til, at onkur av gomlu aktørunum seldi burtur av sínum veiðikapasiteti, so hvørt sum rættindi fóru á aðrar hendur.

Og tað hevði bara verið eitt sunt tekin um, at fiskivinnunýskipanin eisini virkaði; at hon var dynamisk og ein bráðpanna fyri framtakshugi, menning og nýskapan í øllum liðum í okkara fiskivinnu.

Men tað eydnaðist sum kunnugt bara at gloppa dyrnar fyri nýggjum aktørum í fyrstu syftu. Byrjanin bleiv light fyri ikki at siga ultra light. Men hóast alt ein byrjan, ein grundvøllur, sum tað kann byggjast á.

Og sanniliga var fiskivinnunýskipanin eisini bráneyðug, soleiðis at aðaltættirnir í henni um fólksins ognarskap og atgongd at fiska kundu knæsetast. Hetta um vit ikki í tíð og ævir skuldu avreitt ognarrættin til tey, sum tey seinastu áratíggjuni hava havt einkarrætt at fiska.

Rímilig framíhjárættindi
Tað stutta av tí langa er, at teir ???gomlu??? aktørarnir varðveittu tað rásarúmið, teir høvdu, tá teir skrúvaðu verandi flota saman. Og nakað væl afturat.

Eg sigi ikki, at tað var skeivt at lata teimum rættindi framíhjá. Tað var hildið at vera bæði rímiligt og skilagott ??? og tað haldi eg sjálvur enn ??? at gomlu aktørarnir við teirra dugnasemi, drúgvu royndum og veiðitólum vóru við til at tryggja bulin í einari nýskipaðari, dynamiskari fiskivinnu.

Men tað gjørdi onki, um teirra framíhjápartur var nakað minni, enn hann bleiv, og at eini 10-20 prosent av rættindunum afturat vórðu lutað út í onkrum slagi av kapping ??? annaðhvørt á uppboði og/ella sum til dømis menningarkvotur.

So leingi hava gomlu aktørarnir sitið á rættindunum, at onkrir teirra veruliga halda seg eiga tey og uttan at rodna tosa um politiska útlutan av ókeypis rættindum, tá tað snýr seg um menningarkvotur. Tó at størsta og einasta politiska gávan, henda samgongan hevur latið í sambandi við fiskivinnunýskipanina, var at lata gomlu aktørunum bróðurpartin av øllum fiskirættindunum. Samstundis fingu teir í ríkiligt mát møguleika at keypa afturat á uppboðssøluni, tí antitrustmørkini eru so høg.

Tí er tað heldur ikki fiskivinnunýskipanin, sum noyðir nakran at selja.

Samgongan stendur fast
Dagsskráin við øllum vanlukkusøgunum er ein onnur. Tí tað gerst týðuligari fyri hvønn dag, at ávísir aktørar í vinnuni als ikki góðtaka, at tað er politiska skipanin, sum vegna alt Føroya fólk hevur ræðið á okkara fiskatilfeingið og, ikki minni, bæði rætt og skyldu at lata fólkið og alt samfelagið fáa mest møguligan ágóða av hesum sama tilfeingi.

Hesir aktørar brúka nú allar sínar kreftir upp á at sabotera politiska arbeiðið og tær politisku avgerðirnar hjá samgonguni, ið skulu tryggja eitt rættvísari býti av okkara felags ríkidømi og betri gagnnýstslu av tí.

Andstøðan jublar sjálvandi, tí við í ætlanini er, at hon skal hjálpast aftur til valdið, afturfyri at hon rullar fiskivinnuna aftur til tíðina áðrenn 1. januar 2018.

Men samgongan skal ikki at lúta fyri slíkum valdsmiklum trýsti og gevast á hondum. Samgongan skal ikki at gevast at reka politikk til frama fyri alt fólkið. Samgongan skal ikki at avreiða ríkidømið í havinum til nøkur fá útvald reiðarí uttan møguleika hjá øðrum at sleppa upp í part.

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder