Lýsing

Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2020-2021

...

2020-05-07 18:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá  1. august 2020 at rokna:

·      Fýra føst fulltíðarstørv sum lærari.

·      Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv sum lærari skúlaárið 2020-2021.

·      Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,65) skúlaárið 2020-2021. 

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2020.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

·      Hava læraraútbúgving.

·      Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans. 

·      Duga at samstarva og eru fyrikomandi.

·      Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.

·      Eru við til áhaldandi at menna skúlan.

·      Eru stundisligir og nærlagdir. 

·      Tola broytingar.

·      Hava góðar KT-førleikar.

Okkum tørvar lærarar:

·      Sum kunnu undirvísa í: føroyskum, støddfrøði í innskúling og hádeild, alis- og evnafrøði, ítrótti, svimjing og tónleiki.

·      Orðblindalærara og serlærara.

·      Átaka sær flokslæraraleiklut. 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 ??? 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

 

 

 

 

Umsóknir: 

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 22. maj kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425 ella við at senda ein teldupost til [email protected]

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 307 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder