Politikkur

Kvotubýti, nú og fyrr

...

2018-08-17 19:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samgonguleiðararnir vilja ikki kennast við avleiðingarnar av nýggju fiskivinnuskipanini, tá verandi virksemi verður skert og skip verða seld, hóast tað er tað teir vildu, fyri at aðrir skuldu sleppa framat


Høvuðsuppgávan hjá politikarum er, at skipa samfelagið soleiðis, at samfelagskøkan verður størst gjørlig, og tryggja at allir borgarar fáa ágóðan av ríkidøminum. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit gera karmarnar hjá vinnuni so góðar og fríar sum til ber, uttan politiska uppíblanding.

Tá nú ein fjórðingur av inntøkugrundarlagnum verður drigin inn, gjøld verða hækkaði við 100-tals milliónum og útlendskar íløgur skulu úr vinnuni, má roknast við at vinnan tillagar seg. Tað er júst tað sum hendir nú um dagarnar, tá ið skip verða seld og virksemið hjá verandi aktørum verður skert.

Samgonguleiðararnir vilja ikki kennast við sítt egna barn og renna undan veruleikanum.

Nú kakan skal býtast vilja allir flokkar eiga æruna
Hóast undanfarnar samgongur ikki altíð stóðu saman um, at krevja okkara rætt, vilja allir taka sær æruna fyri hartvunnu nýggju rættindunum, ið nú verða býtt út.

Eins og Javnaðarflokkurin dettur niðurímillum nú Tjóveldiskvoturnar verða deildar kring landið, var Javnaðarflokkurin burtur tá ABC-samgongan 2008-2011 kravdi sín rætt og einvíst fleirfaldaði makrelkvotuna. Hetta kravdi dirvi og hart stríð, nú kunnu vit staðfesta og fegnast um at hetta gav úrslit, um hetta ikki bleiv gjørt, var onki at býta ??? ongin hevði fingið nakra kvotu um ikki táverandi samgonga við Sambandsflokkinum á odda, saman við øðrum flokkum stóðu saman í Makrelstríðnum.

Sambandsflokkurin tryggjaði økjum kvotur

Tá undanfarna samgonga tryggjaði økjum kring landið ein part av nývunnu rættindunum, bleiv hon skýrd korrupt og mutrandi av andstøðuflokkunum, ið nú sita í samgongu og gera júst tað sama. Munurin er bert, at tá bleiv tað gjørt opið og erligt av politikkarum, onki bleiv fjalt í eini skugganevnd hjá landsstýrismanninum.

Kvoturnar hava havt alstóran týdning fyri økini í landinum og hevur hetta verið ein partur av tí framgongd vit hava sæð kring landið seinastu árini. Mín vón skal verða, at henda framgongd heldur fram og kann verða við til at menna vinnuna og økini, ið nú hava fingið kvotur, enn meira, við góðum hýrum, støðugum arbeiði og hægri skattainntøkum í kommunukassarnar.

Samstundir harmist eg teimum framtakskreftum, sum ikki fingið møguleikan, hóast tey við góðum treysti hava fyrireikað seg og sent umsókn við vælundirbygdum ætlanum um menning av økjum og virðisøking av okkara fiskatilfeingið.

Betri vælferð til øll

Um neyðugar tillagingar verða gjørdar, so vit tryggja hægst møguligt virði av okkara tilfeingið, fáa vit møguleika, at styrkja heilsuverkið munandi. Tænastur til eldri borgarar og teim ið treingja stuðul og endurvenjing, sum mangastaðni eru ov veikar, kunnu útbyggjast. ??tbúgvingarøkið skal uppraðfestast og gerast altjóða, og veikastu bólkarnir í samfelagnum skulu hava álit á, at sterkar hendur hjálpa, tá ið brúk er fyri tí.

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder