2021-01-10 10:34

Kvinnurnar hjá SÍ vunnu leygardagin greiðan sigur á KÍF í høllini í Sørvági.
SÍ legði hart út við sera høgum servitrýsti. Alt riggaði hjá SÍ, móttøkurnar vóru góðar, og harvið vunnu tær serliga nógv í álopinum á miðjuni.
KÍF hevði harafturímóti stórar trupulleikar í verjuspælinum, og vit skulu út í 2. sett, áðrenn móttøkurnar blivu so mikið góðar, at álop fekst burturúr.
Dysturin gjørdist ongantíð spennandi; til tað var ov stórur munur á liðunum í dag. Settúrslitini vóru 25-8, 25-13 og 25-15.
Mansdysturin var harafturímóti eina rættur steypadystur; spennandi og javnur. SÍ tók ímóti ÍF á heimavølli. ÍF kom sera væl frá byrjan og komið varð út í helvt í fyrsta setti, áðrenn SÍ rættiliga hevði arbeitt seg inn í dystin. Hesa løtuna var blokkurin hjá ÍF sera ringur at koma framvið, og gav hetta stórar trupulleikar í álopsspælinum hjá SÍ.
SÍ helt áfram við góða spælinum í 2. setti, sum teir eisini vunnu. Í 3. og 4. setti var ÍF mestsum allatíðina omaná, hóast munurin ongantíð gjørdist stórur. Dysturin endaði við 3-1 sigri til ÍF. Settúrslitini vóru 12-25, 25-21, 18-25 og 22-25
Munurin á liðunum í dag var, at ÍF liðið er væl samanspælt gjøgnum veturin, meðan SÍ bæði hevur verið úti fyri venjaraskifti og verið nógv plágað av skaðum, sum hevur viðført ein skiftandi leikarahóp. Tó var spælið í dag tað besta, vit hava sæð frá SÍ í seinastuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald