Kvæðini í verkinum ???Føroya kvæði??? eru nú savnað á Snar. Árni Dahl hevur við játtan frá Mentamálaráðnum staðið fyri at gera kvæðini til talgildan tekst. Í samráði við Nám er avgjørt at leggja tey á Snar.
Síðan er á snar.fo/foroyakvaedi. Kvæðini á Snar eru partur av arbeiðinum hjá Árna Dahl at savna skaldskap av manna munni á Snar. Á síðuni "Skaldskapur av manna munni" eru nú sagnir, ævintýr og kvæði.
Endurgivið úr frumútgávuni:
Í fyrstu atløgu verða øll kvæði í verkinum ???Føroya kvæði ??? Corpus Carminum Færoensium??? løgd á Snar. Kvæðini eru her endurgivin eftir frumútgávuni, sum UNIVERSITETS-JUBIL??ETS DANSKE SAMFUND gav út - við sama CCF-nr. sum har.
1. bind:
1. hefti (CCF 1). Christian Matras greiddi til útgávu 1951.
2. hefti (CCF 1-2). Christian Matras greiddi til útgávu 1954.
3. hefti (CCF 2-31). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1963.
2. bind:
1. hefti (CCF 32-47). Christian Matras greiddi til útgávu 1941.
2. hefti (CCF 47-53). Christian Matras greiddi til útgávu 1942.
3. hefti (CCF 53-60). Christian Matras greiddi til útgávu 1944.
3. bind:
1. hefti (CCF 61-73). Christian Matras greiddi til útgávu 1944.
2. hefti (CCF 73-90). Christian Matras greiddi til útgávu 1945.
4. bind:
1. hefti (CCF 91-95). Christian Matras greiddi til útgávu 1946.
2. hefti (CCF 95-105). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1967.
5. bind:
(CCF 106-113). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1968.
6. bind:
(CCF 114-236). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1972.
Kvæðini eru flokkað, soleiðis sum vísindaliga útgávan TSB ???The Types of the Scandinavian Medieval Ballad???, 1978, flokkar tey: A: Náttúrukvæði. B. Halgikvæði. C. Sannsøgukvæði. D. Riddarakvæði. E. Kappakvæði. F. Skemtikvæði.
Fyribils liggja fimm tey fyrstu bindini av ???Føroya kvæðum??? á síðuni. So hvørt verða kvæðini í 6. bindi og onnur kvæði og aðrir tættir løgd út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald