JN

Kunningarskriv frá Sørvágs Kommunu

...

2015-01-04 17:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu borgarar í Sørvágs kommunu.

Tíðin rennur sum streymur í á, plaga vit at siga. Og hesi orð renna mær til hugs, tá eg nú móti ársloki skuldi festa nakrar reglur á blað um tað, sum farið er í brátt farna ári.

Bygdaráðsval var í november 2012, so tíðarskeiðið hjá sitandi bygdaráði er um at verða hálvrunnið. Hyggja vit eftir, hvat mál hevur fylt mest í almanna rúminum ta síðstu tíðina, so er tað eldraøkið, sum verður lagt út til kommunurnar nú um ársskiftið. Hetta venda vit aftur til seinni í hesum skrivi.

Íløgurnar síðstu tvey- trý valskeiðini hava hjá okkum verið tær somu, sum hjá flestu miðal stóru kommununum kring landið.

Valskeiðið frá 2004 ??? 2008 varð merkt av, at barnaansingin varð løgd út til kommunurnar, og hóskandi barnagarðar vórðu bygdir kring alt landið. Okkara Alvalon var liðug á heysti í 2006 og hevur sostatt 9 ár á baki í komandi ári.

Síðani áttu skúlarnir tørn, sum flestu við framhaldsdeild nærkaðust fimti árum,og soleiðis var eisini hjá okkum.

Tað síðsta, sum skal verða nevnt, eru íløgurnar í eldraøkið, har sambýlir og ellis- og røktarheim eru bygd kring landið.

Fíggjarætlanin fyri 2014.

Sum siðvenja hevur verið, so taka vit afturíaftur fíggjarætlanina fyri brátt farna ár, og meta um, hvørjar ætlanir vit høvdu, og hvat kanska ikki gekk sum ætlað.

Vit høvdu sett okkum fyri í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2014, at vit ikki skuldu taka lán. Íløgurnar í árinum skuldu fáast til vega við avlopi í rakstrinum og við at nýta tøkan pening ella pening av bók, sum summi siga. Høvuðsmálið var, at skuldin hjá kommununi við árslok í 2014 skuldi verða hin sama, sum við árslok í 2013. Vit settu okkum fyri at afturrinda 1.5 mió. kr. av skuldini, sum avtalað varð við peningastovnin, samstundis sum brúkt var 1.5 mió. kr. av tøkum peningi. Hesi ætlan hava vit fylgt til punkt og prikkar.

??tlanin fyri íløgur í 2014.

Kommunufyrisiting: 150.000 kr.

Alvalon: 96.000 kr.

Skúlin: 3.490.000 kr.

Ítróttaranlegg: 600.000 kr.

Fríðkan í bygdunum: 450.000 kr.

Byggibúning: 90.000 kr.

Vatnveiting: 96.000 kr.

Kloakk: 478.000 kr.

Vegir: 990.000 kr.

Gøtuljós: 180.000 kr.

Havnin: 270.000 kr.

6.890.000 kr.

Skúlin

Vit plaga at siga, at Gamli skúlin, sjóvarhitin og dagføringin av skúlanum hevur kostað okkum um 40 mió kr. Hetta arbeiðið byrjaði so smátt við útgrevstri av Gamla skúla í 2008 og fer nú fyribils at verða liðugt við árslok í ár.

Sáttmáli um dagføring av svimjihøllini og útbyggingin suðureftir eru gjørdar í ár, og tað síðsta í skúlanum verður nú fingið frá hondini. Innbúgv og uppvørpur verða í hesum døgum keyptar til forhøllina og miðlahøllina, og okkara vón er, at hesin parturin av bygninginum verður okkara mentunarmiðdepil í framtíðini.

Endaliga skattainntøkan fyri 2013 royndist so væl, at bygdaráðið kundi veita eykajáttan, so alt arbeiðið verður liðugt við árslok í ár.

Nú vit seta punktum fyri skúlaútbyggingina á hesum sinni, kunnu vit taka saman um og meta, um rætta loysnin varð vald. Vit hava umvælt og gjørt av nýggjum 2400 fermetrar fyri umleið 31 mió kr. Hetta gevur í miðal 13.000 kr. fyri hvønn fermeturin, og tað talið er gott og væl helvtin av tí, sum almenn nýbygging kostar í dag.

Nýggi skúlin vit kalla er ikki so nýggjur, sum vit gera hann til. Hann var tikin í brúk á heysti í 1989, og er sostatt farin um tey fyrstu kvart hundrað. Tankar hava verið frammi um, hvørjar ábøtur og umbyggingar eiga at verða gjørdar í ókomnum tíðum, men hesar mugu bíða, ið hvussu so er, meðan vit út- og umbyggja heimið á Sýnini. Ábøturnar og umbyggingarnar, talan er um, er nýbygningurin, sum hongur uppi í svimjihøllini, nýggja fimleikarhøllin og ovari parturin av stovulonini.

Vindeyguni í skúlastovunum hava stutt sagt likið frá fyrsta degi, og fakfólk halda einastu røttu loysnina vera, at taka takvindeyguni burtur, og framsíðan verður førd fram at flukta við niðaru hædd.

Kloakkir / Reinsiverk.

Vit boðaðu frá í fjør, at spillivatnsætlanin endaliga varð samtykt av Umhvørvisstovuni, og at farið verður undir eina skipaða tilgongd, har allar bygdirnar loksins skulu hava skipaði viðurskifti.

Í mun til smærru bygdirnar í kommununi, so fer bróðurparturin av íløgunum til Sørvágs. Fyrsti parturin at savna útlátini saman var á bryggjuni, og tann parturin er nú liðugur.

Næsta stigið verður at seta savningarbrunn úti við bussskýlið á Niðaraveg, har trýstrør verða løgd heim á Kelduna. Áarbakkin á vestarusíðu á Stóránni er hampaður, og har er ætlanin at savna rør frá Hagagerði og Billubøi, meðan aðrar rørleiðingar verða savnaðir saman á eystaru síðu. Síðsta stigið í hesum partinum verður at føra leiðingarnar tvørtur um Dungasand, yvir í brunnin í Oyruni og síðani í pumpuskipanina út á Miðleiti á Bíggjarvegnum.

Krøvini til vatnið, bæði til húsarhaldið og matframleiðslu, verða ikki minni í komandi tíðum. Nevndi í fjør, at á hesum øki eru vit rættiliga væl fyri. Vit hava gjørt ábøtur á vatnið í Gásadali í brátt farna ári. I nýggjari kunngerð sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, at vatnroyndir skulu sendast kanningarstovuni hvønn mánað.

Fríðkan og ferðsluforðingar.

Ein fastur fúsur á fíggjarætlanini síðstu árini hevur verið at fríðka um í bygdunum. Niðan við brúnna um Kirkjuánna er grótgarður laðaður, og undir flagnum liggja kloakkrør, sum føra frárenslið frá rottangunum í grannalagnum oman í Oyruna. Sostatt er Kirkjuáin rein frá brúnni til fjals, og einki kann vera hepnari, enn at áin, har børnini í kommununi búleikast størsta partin av degnum, er rein.

Svingið, omanvert húsini hjá ??lavi í Beiti á Traðarbrekku, er nokk tað vegastrekkið her hjá okkum, sum hevur fingið mestu umtalu í fjølmiðlunum í brátt farna ári.

Endamálið hjá Landsverki við at broyta svingið var at tálma ferðsluna. Um hetta fer at eydnast, kann tíðin bert prógva, og Landsverk heldur fram við at ferðslutryggja landsvegin við gongubreyt niðan til vegamótið Varðagøta/ Traðarbrekka, har ætlanin er at tryggja vegamótið, eisini við gonguteigum.

Vegir v.m.

Sum áður nevnt, so royna vit at gera vegirnar í útstykkingunum lidnar, tá húsini í økinum eru bygd. Í heyst hevur ætlanin verið at asfaltera niðan til íbúðirnar í Billubøi og Niðaraveg, har pumpuleiðingin er løgd niðan móti garðinum, men hetta sýnist eins og arbeiðið við gongubreytini hjá Landsverk á Traðarbrekku at gerast jólatrøll av tí, at tað hevur verið so ólagaligt veður til asfalteringar, men veðrið má sær sjálvum ráða.

Tá fólk um okkara aldur vóru smábørn, var tað gerandiskostur at síggja fólk í klæðum, sum bót varð sett á. Vit hava av royndum lært, at vegirnir kunnu bøtast, og sostatt halda í fleiri ár, men treytin er, at bøtt verður við heitum asfalti.

Vit hava í heyst keypt ein asfaltskassa, sum kann halda asfaltið heitt við gassi. Hann verður settur upp á lastbilin. ??tlanin er so í vár, tá veðrið verður lýggjari, at skera í vegirnar, har hol eru og so koyra asfaltið í. Fyrimunurin við hesum er, at okkara egna fólk kann gera ábøturnar, tá stundir eru til tess, og ikki er neyðugt at bíða eftir Landsverki ella øðrum veitara.

Samanumtikið.

Vit plaga at hava fyri munni, at trøini fara neyvan at vaksa inn í himmalin. Tað vita vit, at tey ongantíð gera, men inntøkan hevur stútt og støðugt verið vaksandi síðstu árini.

Felagsskatturin, sum í ár var mettur til 1 mió. krónur, er nógv hægri, nevniliga 1.8 mió. kr., har Hiddenfjord eigur bróðurpartin.

Vinnulívið.

Í sambandi við hetta kunningarskriv plaga vit at venda okkum til fyritøkur og feløg at fregnast um, hvussu gongur. Nøkur feløg senda okkum sjálvi nakrar reglur og eina heilsan.

Vága floghavn.

Nógv virksemi hevur verið hjá Vága floghavn í 2014. Umframt at nýggj farstøð og tænastubygningar eru tiknir í nýtslu, so er parkeringsøkið og annað eisini víðkað. Arbeitt verður við at umbyggja stórar partar av gomlu farstøðini til eitt nú lagurhøli hjá Atlantic Airways og Duty Free FAE. Harumframt kemur EUR Express at húsast í parti av gomlu farstøðini í 2015.

Vøksturin seinastu árini sær út til at halda fram. Vága floghavn væntar, at vøksturin verður á leið 7%, og merkir hetta, at samlaða ferðafólkatalið fer upp um 250.000 ferðafólk.

Vøksturin í ferðafólkatalinum merkir nú, at flogvøllurin í Vágum er tann fjórðstøsti í danska kongaríkinum, tá ið tað kemur til talið av altjóða ferðafólkum. Bara Keypmannahavn, Billund og Aalborg eru nú størri.

Hvussu verður við ferðafólkatalinum og virkseminum annars í 2015, er ringt at meta um, men ferðavinnusmiðirnir lata væl at eftirspurninginum. Men tað er tó greitt, at einki oljuvirksemi verður í 2015. Vága floghavn metir, at vøksturin í 2015 verður minni enn undanfarna ár, men at tað, hóast alt, verður talan um vøkstur.

Vága floghavn vil annars nýta høvi til at takka Sørvágs kommunu fyri sera gott samstarv hetta seinasta árið og vónar, at tað kann halda fram komandi árini.

EUR-Express

EUR-Express, sum var stovnað í 2006, hevur ment seg ár eftir ár við góðari tænastu innan sjó- og flogfrakt, og telist í dag millum fremstu flutningsfyritøkur í landinum.

Fyritøkan var eitt stutt tíðarskeið í Havn, men flutti so vestur í Vágar, og hevur húsast omanfyri Flogvøllin síðan 2009.

Eur_Express hevur skrivað undir leigusáttmála við Vága Floghavn um leigu av hølum í gamla terminalinum, sum skulu standa klár 1. januar 2015.

Hetta fer at gera fyritøkuna meira sjónliga, og gevur eisini møguleikar at hava inn- og útleveringar beinleiðis á Flogvøllinum framyvir.

Brestir, Vesturleiki, Mykines og Vestmek.

Børnini hjá Jósupi og Katrini, Jóannes, Bárður, Sigrið og Tummas, eiga sjálvi ella saman við øðrum feløg, sum reka ferðamanna bátarnar Jósup og Brynhild, trolararnar Brestir og Vesturleiki og smiðjuna Vestmek.

Ferðamannabáturin Jósup, sum er bygdur í Íslandi, hevur riggað avbera væl. Felagið Mykines fekk í 2013 siglingina til Mykinesar í fimm ár við møguleika fyri at leingja sáttmálan í tvey ár.

Ferðafólkatalið til Mykinesar økist stútt og støðugt. Í 2012 ferðaðust 8.000 fólk um Mykinesfjørð, meðan 12.500 nýttu hesa farleið í ár. Felagið skipar annars fyri útferðum út í Tindhólm og leigutúrum kring landið.

Smiðjan Vestmek hevur havt úr at gjørt í brátt farna ári, og eru 7 mans knýttir at henni.

Ísfiskatrolararnir Brestir og Vesturleiki vórðu umbygdir til frystitrolarar fyri árum síðani. Reiðarin Tummas Henriksen, sigur, at tað kundi gingið betur. Tað hava verið alt ov nógv teknisk brek við fyrisitingini, men tað sær tíbetur út til nú, at tamarhald er fingið á trupulleikunum. So koma skipini at rigga tekniskt í komandi ári, eru vónirnar fyri 2015 rímiliga góðar.

Hiddenfjord.

Virksemið hjá Hiddenfjord hevur verið í støðugum vøkstri. Í 2012 vórðu 7.400 tons tikin, og í 2013 vórðu 10.000 tons tikin og kruvd.

??ll árini, har virksemið hevur verið á bryggjuni í Sørvági, hevur laksur verið tikin av Gøtuvík, úr Miðvági og Sørvági.

Men í ár hava teir á Hiddenfjord kruvt laks úr Sørvági og Vestmanna. Hetta er fyrstu ferð, teir hava kruvt laks úr Vestmanna, og hevur tað gingið sera væl. Tá árið er liðugt hava vit kruvt uml. 10.500 tons. Hetta er áleið tað sama sum í 2013.

Í ár hava vit bygt kryvjivirkið út og koma vit at halda fram við útbygging í 2015.

Vit vilja takka fyri sera gott samstarv í brátt farna ári, við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Atlantic Airways

Føroyska flogfelagið húsast eisini í okkara kommunu. Teirra virksemi avspeglast eisini í inntøkunum hjá kommununum í Vágum. Starvsfólkatalið liggur um 180 ársverk.

Samlaða framleiðslan hjá felagnum øktist 18% fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2014 í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tímatalið innan leiguflúgving øktist við 54%, meðan tímatalið innan rutuflúgving fall við 1%. ??kingin innan leiguflúgving stavar í høvuðsheitum frá flúgving í summar fyri íslendska flogfelagið WOW air. Orsakað av ófriði í Egyptalandi verður flogið munandi minni til Egyptalands enn upprunaliga ætlað.

Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar av 2014 stóð rutuflúgvingin fyri 51% av framleiðsluni, meðan leiguflúgvingin stóð fyri 39% og tyrluflúgvingin fyri 10%.

Í 2014 hevur felagið flogið rutuflúgving alt árið til Keypmannahavnar, Billund og Reykjavíkar og nærum alt árið til Bergen. Harumframt varð flogið til Aalborg, London, Barcelona og Milano í summar. Sum partur av nýggju NORÐ-rutunum økist rutuflúgvingin í mars komandi ár, tá flogið verður fýra ferðir um vikuna til Bergen, tríggjar ferðir um vikuna til Reykjavíkar/Keflavíkar, samstundis sum byrjað verður at flúgva tvær ferðir um vikuna til Edinburgh. Komandi summar verður eisini flogið til Aalborg, Barcelona og Mallorca, meðan eingin beinleiðis flúgving verður til Milano og London. Í vár verður eisini flogið tríggjar ferðir til Sardinia.

Felagið hevur í 2014 leigað eina AW139 tyrlu í sambandi við oljuflúgving fyri Statoil.

Ferðafólkatalið á rutunetinum er økt 6 % úr 177.957 ferðafólkum upp í 188.758 ferðafólk fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2014 í mun til sama tíðarskeiðið í fjør.

Atlantic Airways hevði 9 mió. kr. í avlopi fyri skatt í 2013 í mun til 17 mió. kr. í avlopi fyri skatt í 2012. Felagið væntar eitt munandi betri úrslit í 2014 samanborið við 2013.

Í august 2014 fór síðsta flogfarið av slagnum BAE Avro RJ úr flota felagsins, ið nú telur trý Airbus A319 flogfør og tvær Bell 412 tyrlur. A319 flogførini taka 144 ferðafólk, ið er munandi fleiri enn við gomlu flogførunum. ??ll A319 flogførini er útgjørd við framkomnari RNP AR-navigatiónsútgerð, ið hevur bøtt munandi um reglusemið á rutum felagsins.

Blíðar heilsur/Best Regards

Jan Johannesen
Management Support & Investor Relations

Mentan.

Stórt bókaverk um Sørvágs kommunu.

Hin 1. oktober 2015 fyllir Sørvágs kommuna 100 ár. Í hesum sambandi situr Sonni Jacobsen og arbeiðir við at skriva søguna hjá kommununi, sum verður eitt 100 ára minnisrit. Aftanfyri søguskrivingina liggur fitt av granskingararbeiði. Sonni hevur frammanundan gjøgnumgingið alt tað gamla skjalasavnið hjá kommununi og har funnið stórar nøgdir av áhugaverdum tilfari. Tí kann sigast, at søgan byggir á sera álítandi tilfar, nevniliga upprunaskjølini, og betri enn tað fæst neyvan. Munnligar keldur eru eisini brúktar, har skjølini ikki røkka. Harafturat verður hópin av gomlum myndum, kortum og skitsum, sum eisini lýsa søguna.

Viðvíkjandi søguni, so er hon meir enn bert hesi 100 árini, tí sumt av tí, kommunan eigur og umsitur tann dag í dag, byggir á tilfar sum er fingið til vega, áðrenn Sørvágs kommuna sá dagsins ljós. Tí verður farið eitt sindur afturum eisini, har í stuttum verður greitt frá um: Fátækra forstandarskapið í Vágum 1855 ??? 1873, sum var ein byrjan til kommunuskipanina. Vaagø Præstegjelds kommune 1873 ??? 1915, sum var fyrsta kommunan í Vágum. Sóknarnevndin í Sørvági 1873 ??? 1915, sum var lokal nevnd fyri Sørvág. Hetta er alt úr skjølum, Sørvágs kommuna hevur havt í varðveitslu frá 1915. Afturat hesum kemur so rúgvusmikla skjalasavnið hjá Sørvágs kommunu.

??tlanin er nú, at sumt av hesum, tað sum egnar seg til útgávu, skal koma út í bók, ella rættari bókum. Væntandi verður verkið tilsamans gott 1500 blaðsíður. Endalig støða er ikki enn tikin til, um hetta skal gevast út í trimum tjúkkum bindum, í nøkulunda somu tjúkd sum Sørvágur og sørvingar bøkurnar, ella í fleiri eitt sindur tynnri bindum.

Tey stóru evninið, sum verða viðgjørd eru: Vegir og brýr, har hvør vegur og hvør brúgv í kommununi fær sína søgu, eisini vegir, sum ikki longur eru til. Uppruni, prosjektering, kostnaður, trupulleikar á vegnum og annað, sum kann finnast fram til. Hús, sum eru bygd við hvønn veg sær, verða eisini nevnd, hvør ið bygdi og árstal, tá tey fingu byggiloyvi.

Annað stórevni er Sørvágs skúli. Skúlabyggingar, svimjihylar, fimleikahallir, lærarar, vikarar og annað mangt, sum kann finnast fram um tað. Søgan hjá Gamla skúla er eisini við.

Triðja stóra evni eru havnabyggingar. Og tað er í fleirtal, tí Sørvágs havn er útbygd í fleiri umførum. Gingið verður ígjøgnum hesar allar. Aftur har snýr tað seg um uppruna, hvør stóð fyri og prosjekteraði, ognartøku av lendi og um ymiskt rundan um tað. Eisini nakað av skipasøgu, hvørji skip hava hoyrt til Sørvág og serligar hendingar.

Annars verður skrivað um nógv onnur sera áhugaverd evni enn bert hesi, har søgan hjá teimum ymsu kommunalu stovnunum verður viðgjørd. Summir av hesum eru ikki kommunalir longur, men hava verið tað í síni tíð. Um kommununa sjálva verður skrivað: Sørvágs kommuna sett á stovn, Bygdaráðslimir 1915 ??? 2015, Bygdaráðsarbeiði hesi 100 árini, Bygginevnd og byggimál, Heilsunevnd og heilsumál, Kommunuskrivstovan og kommunuskrivarar. Val og valnevndir, Lyklatøl.

Onnur evni eru: Kommunulæknin, Jarðarmóðirin, Tannlæknastovan í Sørvági, Sørvágs sløkkilið, Telefonstøðin, Kommunalt politi, Elektrisitetsverkið, Flogvøllurin, Ruskinnsavnanin, Ellis- og avlamisheimið í Vágum, Flakavirkið í Sørvági, Kommunala dagrøktin, Mentan, Ítróttur. Og møguliga okkurt afturat.

Mentan og frítíðarvirksemi.

07 Vestur - eitt undangongufelag!

Síðan 07 Vestur, sum navnið eisini sigur, varð stovnað í 2007, hevur felagið staðið í stórari menning. Dreymurin er og hevur altíð verið, at vit her vesturi, við at standa saman, kunnu bjóða teimum íðkandi bestu møguleikarnar og bjóða teimum bestu í Føroyum av í øllum deildum.
Júst farna kappingarár var felagið, mált eftir luttakandi leikarum og liðum, ímillum 4 tey størstu feløgini í landinum: Heili 39 lið við íalt umleið 500 leikarum, spældu tilsamans út við 400 dystir.
Hetta hevði sjálvsagt ikki latið seg gjørt, uttan stóra arbeiðið í ungdómsdeildini, bæði frá leiðarum, venjarum og foreldrum. At so nógv ung og børn ynskja at spæla fótbólt í 07 Vestur, er sjálvsagt eitt úrslit av, at hesi yngru kenna seg trygg í góða umhvørvinum í væl skipaðum kørmum.

Nevndin í 07 Vestur hevur eisini framt eina fíggjarliga kollvelting í felagnum. Frá at brúka meginpartin av fíggjarligu orkuni uppá toppítróttina, eru raðfestingarnar vendar á høvdið, og orkan verður nú løgd í ungdóms- og barnadeildina, umsiting og venjarar.

Mett verður, at skal eitt størri fótbóltsfelag hava møguleika at yvirliva, við alsamt vaksandi umsetningi, herdum treytum frá føroyska og europeiska fótbóltssambandinum og vaksandi krøvum og dreymum frá teimum íðkandi, noyðast vit at seta pening í umsiting og venjarar, serliga hjá teimum yngstu.

Hesi mál og evnini at røkka teimum, sum vit hava víst í verki hetta seinasta árið, ger, at 07 Vestur, í føroyskum ítróttarhøpi, av álvara er eitt undangongufelag.

Vegna okkum øll í 07 Vestur, leikarar, fjepparar, venjarar, foreldur og stuðlar annars, vil eg hervið bjóða tær at gerast partur av felagi okkara við at tekna teg sum lim umvegis heimasíðuna
www.07vestur.fo.

Gleðilið jól og eitt av Harranum signað nýggjar!

Jarnhold Nattestad, formaður.

Sørvágs Ítróttarfelag í 2014 og útlit.

Flogbóltur er helst tann ítróttargrein, sum í breiðastu merking stimbrar og mennir flest limir í kroppinum til felags átøk og vælveru.

SÍ-flogbóltur var við í 6 av 8 FM-finalum og 4 av 8 steypafinalum í 2014. ??vant vanligari gongd var hvørki kvinnu- ella mansliðið við í kappingini um ovastu rók. Barna- og ungdómsdeildirnar eru berandi kreftirnar.

Gongdin sigur frá, at vit byggja upp av nýggjum, og at rætta kósin er sett til sigrar, eisini í bestu deildunum.

Fyrst í komandi ári verða steypa- og FM-finalurnar fyri inniverandi kappingarár.

Longu nú kunnu vit staðfesta, at vit verða við í minst líka nógvum finaludystum sum í ár, eisini í bestu deildunum.

Sjón fyri søgn við afturvendandi 5-settarum, teprum sigrum og tapum, eru okkara kvinnur við aftur, har tað er stuttligt at vera. Møguleikin fyri steypafinaluplássi er mistur, meðan møguleikin til FM-finalu er góður.

Okkara menn kunnu enn røkka báðum finalunum.

Eldsálir eru ókeypis og berandi kreftirnar í felagnum. Hóast hetta kunnu ósemjur stinga seg upp. Er leisturin, sum lagdur er, hin rætti?

Nevndir seinnu mongu árini og sitandi nevnd í SÍ hava hildið fast í eini skipan við stórum fokusi á dygdargóða tekniska venjing. Viðhvørt tekur viljin til tekniska betran yvirhond, og ávirkar sosiala samanhaldið.

Hetta kann skapa brotasjógvar millum eldsálir. Avgerandi er, at ónøgdin verður brúkt konstruktivt til betran av felagnum, tí saman standa vit sterkari

Fokusið á dygdargóða venjing seinastu 10-15 árini gevur nú úrslit, eisini til tey smæstu. Eldru leikararnir hava nú góðan førning til venjarayrki, og enn betur verður tað, so hvørt leikararnir verða foreldur og kunnu læra børnini.

Tá verða vit enn betur til at lofta øllum børnunum og halda teimum longri til.

Livst so spyrst!

SÍ takkar fyri dyggan stuðul og dygga undirtøku til sosiala tiltakið á skúlanum herfyri. Tiltakið var sera væl eydnað og gav gott íkast til raksturin.

Takk til allar eldsálir, stuðlar, nevndarlimir, venjarar, hjálparfólk , og áskoðarar.

Sørvágs Ítróttarfelag ynskir øllum eini gleðilig jól og signað nýggjár.

Tannlæknastovan í Sørvági

So er eitt ár liði síðan Tannlæknastovan í Sørvági lat upp aftur í nýumvælda Sørvágs skúla. Hetta árið hava Henny Nolsøe, klinikassistentur, Dagmar Leonsson , tannrøktari og Mortan í Hamrabyrgi, tannlækni tikið sær av Barnatannrøktini í Sørvágs kommunu.

Harafturat tekur Tannlæknastovan nú eisini aftur ímóti vaksnum patientum. Nýggj viðskiftafólk eru vælkomin, tlf. 322 380 / 233 380.

Frá 1. januar 2015 fevnir tannrøktin eisini um tey ungu upp til 18 ár, soleiðis, at tá hava børn og ung upp til 18 ár fría tannrøkt í Barna- og Ungdómstannrøktini.

Frá 1. oktober 2014 kom í gildi nýggj skipan, soleiðis, at kanning av viðskiftafólki millum 18 og 23 ár nú er ókeypis. Hetta er nýggj skipan millum Heilsutrygd og Tannlæknafelagið at royna at fáa tey ungu til tannlækna í eini roynd at fyribyrgja, at tey detta úr skipanini og fáa óneyðuga nógv hol.

Við hesum ynskir Tannlæknastovan sørvingum, Bíggjar-, Gásadals- og Mykinesfólki eini gleðilig jól og gott nýggjár!

Fíggjarætlanin 2015.

Meirilutin í bygdaráðnum samtykti á fundi við 3. viðgerð 26.11.2014 fíggjarætlanina við hesum høvuðstølum:

Rakstrarútreiðslur 28.691.000

Avdráttur 2.810.000

Samlaður rakstur 31.501.000

Íløgur 4.589.000

Rakstur og íløgur 36.090.000

Inntøkur 36.090.000

Skattaprosentið verður broytt í 2015 við 0,7 prosentum, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 4.000 kr. upp í 4.500 kr. fyri hvørt barnið.

Tá talan er um skattaprosent, so hevur undirritaði altíð verið av tí fatan, at Sørvágs kommuna, sum hevur búseting frá Sjatlá í eystri til Mykineshólm í vestri, ikki kann liggja á odda, tá talan er um lágan rakstur. Megna vit at halda okkum har, sum kommunur av okkara stødd eru, so skulu vit vera nøgd. Vit hava ligið lágt í mun til aðrar kommunur, og vit liggja framvegis lágt við einari hækking upp til 21,7 prosenti fyri skattaárið 2015.

Tað eru tríggjar høvuðsgrundir til, at vit hækka kommunuskattin. Í fyrstu atløgu vilja vit ikki taka lán. Í aðru atløgu gjalda vit stuttfreistaða lánið aftur, og í triðja lagi vilja vit halda kommununa viðlíka við rímuligum íløgum.

Vit byrja at gjalda okkara part av láninum til Heimið á Sýnini aftur longu í januar mánaði í 2015, og um fýra ár og 8 mánaðir hava vit goldið okkara part, og Vága kommuna tekur yvir. Júst útreiðslan til Sýnina er 0,7 prosent, sum skatturin hækkar við.

Fíggjarstøðan.

Tað kunnu vera nógvar grundir til at lána pening, og tað kunnu vera líka nógvar grundir at gjalda lán niður. Men fyri kommununum er bara eitt mark, og tað er, at nettoskuldin ikki skal vera hægri enn ein skattaálíkning við 23 prosentum.

Fyri okkara viðkomandi var skuldin við árslok 2013 23 mió. kr., sum svarar til góð 60% av einari álíkning við 23 prosentum.

Íløgur í 2015

Fólkaskúlin 300.000

Søvn og Mentan 200.000

Ítróttaranlegg 600.000

Fríðkan av kommununi 445.000

Byggibúning 100.000

Vatnveiting 100.000

Kloakk 944.000

Vegir 1.100.000

Gøtuljós 100.000

Havnir og lendingar 700.000

4.589.000

Fólkaskúlin hevur tey síðstu árini fingið eina ávísa upphædd, sum er brúkt til ymisk undirvísingaramboð v.m. Okkurt ár hava teldur fingið bróðurpartin, meðan í fleiri ár hava samvirknar talvur fingið sítt.

Í samband við hundrað ára dagin, so er ætlanin at geva út bókaverk, og er upphæddin avsett til endamálið.

Upphæddin til ítróttaranlegg er partur av einari fýra ára játtan, sum kommunan veitir 07Vestur til felagshúsið niðri á Dungasandi.

Heimið á Sýnini.

Í hesum døgum situr bygginevndin fyri heimið saman við sínum hjálparfólkum og leggur seinastu hond á byggiskrá og útbjóðingartilfar, sum ætlandi verður útboðið mánaðarskifti februar/mars.

Av teimum 31,5 mió. kr., sum eru játtaðar til heimið, eru helvtin studningur, meðan hin helvtin er lán. Tann parturin, sum er lán, verður útroknaður í mun til fólkatalið við árslok 2013. Vit byrja at gjalda okkara part aftur, sum áður nevnt, longu í januar mánað í komandi ári.

Heimið skal eftir ætlan verða liðugt umvælt við árslok 2016. Okkara partur av íløgunum er ikki við í Yvirlitinum yvir íløgur í 2015. Upphæddin til íløguna finst undir postinum ???Afturgjald av skuld??? í fíggjarætlanini.

Bygdaráðsfundir í 2015.

Á bygdaráðsfundi 10. desember 2014 ásetti bygdaráðið fundirnar fyri 2015. Fundirnir verða kl. 18:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar.

Mikukvøldið 28 januar

Hóskvøldið 26 februar

Hóskvøldið 26 mars

Mikukvøldið 29 apríl

Mikukvøldið 27 mai

Mikukvøldið 27 juni

Mikukvøldið 02 september

Mikukvøldið 30 september

Mikukvøldið 28 oktober

Mikukvøldið 11 november

Mikukvøldið 25 november

Mikukvøldið 09 desember

Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar fyri fundin.

Eykafundir ella broytingar í skránni verða lýstir í svørtu talvu ella á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu.

At enda.

Bygdaráðið hevur tey seinastu árini roynt at lívga um tað, sum eru kjarnuøkini, tá talan er um almennar tænastur. Fyrst varð barnagarður bygdur, síðani var skúlin dagførdur, og nú verður farið undir at dagføra Heimið á Sýnini.

Ein fyritreyt fyri, at tað almenna kann gera nakað sum helst, er eitt virkið vinnulív. Og tey, sum hava við vinnulívið at gera, síggja ljóst upp á komandi tíðir. Gævi at so verður.

Og við hesum fari eg vegna bygdaráðið og starvsfólk okkara at ynskja tykkum eitt av Harranum signað nýggjár.

Sørvágur, 29.12.2014

Sørvágs kommuna

Sune Jacobsen, borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder