2020-08-08 20:58

Vestmanna kommuna skrivar:
Nú Koronasmittan aftur er staðfest í landinum, er alneyðugt, at hvørt einstakt starvsfólk, og hvør einstakur borgari, eru sera tilvitað um atferð, reinføri og fjarstøðu.
Í fyrstu atløgu gera vit tí fylgjandi inntriv, í eini roynd at fyribyrgja, at smittan rakar okkara eldru borgarar og starvsfólk:
- Tað verður ikki møguligt hjá avvarðandi at vitja inn á Korndalsbýlið, Røktarheimið á Mørkini og Heimið á Grønanesi.
- Ongar venjingar verða í venjingarhølunum.
- ??ll starvsfólk, sum skulu á vakt 3-4 dagar fram, verða testaði.
- Starvsfólk inni á heimunum, og heima hjá einstaka borgaranum, skulu bera masku í samband við veitan av persónligari røkt.
Hesi viðurskiftir verða galdandi fyribils fram til fríggjadagin tann 21. august 2020.
Vit eru takksom fyri, at tú ??? í hesum óvanligu tíðum ??? ger títt til at halda Koronasmittuna burtur, bæði frá tínum egna heimi, og frá okkara ellis??? og røktarheimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald