LV-TILTAK: Landsverk skipar sunnudagin fyri almennum kunningarfundi í Salt í Suðuroy um nýggja Hvalbiartunnilin.
Sunnudagin 10. mars verður kunnandi fundur í Salt í Suðuroy, har Landsverk og aðrir viðkomandi partar fara at kunna um verkætlanina við nýggjari farleið til Hvalbiar.
Tiltakið byrjar klokkan 13.15, har Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, bjóðar vælkomin. Síðani fer umboð fyri Landsverk at kunna um verkætlanina, og stjórin fyri arbeiðstakaran, Articon, fer at siga nakað um, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis á staðnum.
Eftir hetta verður høvi at seta umboðum frá Landsverki, arbeiðstakara og ráðgeva spurningar ella gera viðmerkingar til verkætlanina.
??ll eru hjartaliga væl komin í Salt komandi sunnudag klokkan 13.15 at hoyra nærri um nýggja Hvalbiartunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald