JN

Kunning um ferðslu á Vestanstevnu í Sandavági 2018

...

2018-07-13 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kunning frá Vága kommunu, vestanstevnunevndini og politinum

um ferðslu á

Vestanstevnu í Sandavági 2018

Í sambandi við Vestanstevnuna verða hesar reguleringar gjørdar í ferðsluni:

Frá fríggjadegnum 13. juli kl. 1950 til sunnukvøldi 15.juli kl. 2100:

Vegurin á Sondum (miðstaðarøki) verður stongdur fyri allari ferðslu uttan akførum við kappróðrarbátum. Hon kann koyra ígjøgnum leygardagin millum kl. 1130 og 1300. Vaktir, sum vegleiða ferðsluna, eru í økinum.

Fríggjakvøldið tann 13. juli:

Súklukapping verður millum kl. 1700 og 1800. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan tarnað á Hammershaimbsvegi, á Sondum og ??ti á Bakka. Vaktir, sum vegleiða ferðsluna, eru í økinum.

Í sambandi við setanina, sum verður í miðstaðarøkinum, verður Skrúðgonga frá Valloyruni millum kl. 2000 og 2020. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan tarnað á Giljavegi (landsvegurin) og Hammershaimbsvegi. Vaktir, sum vegleiða ferðsluna, eru í økinum.

Leygardagin tann 14. juli:

Í sambandi við kappróðurin vera vegirnir á Sondum og ??ti á Bakka stongdir fyri allari ferðslu uttan akførum við kappróðrarbátum frá kl. 1200 og til steypahandanin er liðug.

Í sambandi við flutning av kappróðrarbátum, verður ferðslan tarnað á Hammers­haimbs­vegi, á Sondum, ??ti á Bakka, ??ti á Bø, Onundarvegi, Torkilsvegi, ovara parti av Steigarbrekku og Sarpavegi frá kl. 1200 og til steypahandanin er liðug og bátarnir farnir avstað aftur.

Parkering:

Í sambandi við Vestanstevnuna, verður heitt á borgarar í Sandavági um, í mest møguligan mun at parkera bilar sínar á privatum økjum.

Bilar, sum koyra kappróðrarbátar, skulu setast ??ti á Bakka og ??ti á Bø. Annars verður møguligt hjá gestum at parkera á Sjóberinum, Kirkjuvegi, Eingjartoftum, parkeringsøkjum við Hammershaimbsveg og á Valloyruni, Torkilsvegi og Onundarvegi. Vaktir vera í økinum at vegleiða ferðsluna.

Annars má roknast við, at ferðslan sum heild verður merkt av, at stevna er í bygdini.

Sandavági, tann 13. juli 2018

Vága kommuna, vestanstevnunevndin og politiið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder