JN

Kunning um Coronavirus

...

2020-03-08 14:20 Author image
placeholder

Í sambandi við at coronavirussmittan (covid-19) hevur spjatt seg víða seinastu mánaðirnar, verður gjørt vart við, at føroyingar, sum eru staddir uttanlands, eru vælkomnir at venda sær til Uttanríkis- og mentamálaráðið um møguligar spurningar á telefon +298 30 65 00. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð kanst tú ringja á +298 551008 ella +298 556106.

Harumframt hava Føroyar sendistovu í Keypmannahavn, Reykjavík, London, Brússel, Moskva og Beijing, sum tú eisini ert vælkomin at venda tær til, um tú hevur spurningar.

Á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum sæst ein ferðavegleiðing.

Vilt tú vita meira um coronavirussmittuna, ber til at lesa meira á hesum heimasíðum:

Landslæknin

Landssjúkrahúsið

Sundhedsstyrelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder