2020-11-02 16:24
Veljarar, sum vegna COVID-19 eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu ikki møta á valstaðnum sjálvan valdagin fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið. Hesir veljarar kunnu í staðin útinna sín valrætt við brævatkvøðu.
Atkvøðugreiðsla við brævi fer fram í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 3. november 2020 til mánadagin 9. november 2020. Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar tann 10. november 2020.
Veljarar, sum eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi, verða bidnir um at seta seg í samband við avvarðandi kommunu ella valnevnd, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram.
Trýst her fyri at síggja eitt yvirlit yvir kommunurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald