Landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur í dag lýst nýggja kunngerð um flutning av vandamiklum farmi á landi. Kunngerðin er gjørd saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Kunngerðin ásetur reglur um flutning av vandamiklum farmi eftir vegi, umframt reglur fyri avskipan og áskipan av vandamiklum farmi, um hetta fer fram sum liður í flutningi.
Føroyska vegakervið verður áhaldandi útbygt og ment. Hetta hevur eisini við sær, at vinnuligi farmaflutningurin eftir landsvegi og kommunalum vegi økist, gerst meira fjølbroyttur og eisini meira vandamikil.
Almennir stovnar, løgreglan, og vinnan hava leingi víst á, at tað hevur alstóran týdning at fáa reglur á hesum øki, soleiðis at tað verður so trygt sum gjørligt at koyra á føroysku vegunum og tunlum.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, fegnast um, at hetta týdningarmikla arbeiði er komið so langt, at hendan kunngerðin nú kann setast í gildi.
Nýggja kunngerðin, sum tekur støði í evropeiska ADR sáttmálanum, fevnir í fyrsta umfari um flutning av 11 ymiskum sløgum av farmi, millum annað brennievni, spreingievni og eldnørandi evnum.
Kunngerðin kann lesasther.
Samferðslumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald