2020-11-14 11:32

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, við seinni broytingum, um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi tann 28/09-2020 samtykti at broyta býarplanin og almennu byggisamtyktina fyri kommununa.
Broytingarnar eru fleiri og eru í øllum bygdum í kommununi. Skjøl, sum lýsa broytingarnar, liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Sandavági í arbeiðstíðini frá týsdegnum 10. november 2020 til týsdagin 01. desember 2020 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. desember 2020.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald