2018-12-13 16:20

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 26. november 2018 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at ein partur av matr. nr. 319a á Giljanesi í Sandavági verður broyttur til C-øki vinnuendamál.
Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá hósdegnum tann 13. desember 2018 til hósdagin tann 11. januar 2018 báðir dagar íroknaðir. Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 31. januar 2019.
Vága býráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald