
Líðarhaga
matr.nr. 172 í Mykinesi
??tskiftingarnevndin hevur á fundi 2. desembur 2020 viðgjørt innkomnu viðmerkingar til fyribilsuppskoti, sum varð lagt fram á útskiftingarfundi í Mykinesi 12. juni 2019.
Nevndin er samd um at gera eitt nýtt fyriblisuppskot, at leggja fram.
??tskrift úr gerðabók og annað fyribilsuppskot v.m. liggja frammi í hjá Sørvágs kommunu, á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni www.us.fo.
Eigararnir hava møguleika at gera viðmerkingar til uppskotið. Viðmerkingarnar skulu vera útskiftingarnevndini í hendi í seinasta lagi 10. januar 2021.
Viðmerkingarnar skulu sendast Umhvørvisstovuni, boks 2048, 165 Argir, ella við telduposti á [email protected] og stílast til úskiftingarnevndina fyri Líðarhaga.
N.v.
Arnold Thomassen, útsk.form.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald