2019-03-20 15:28

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur kommunustýrið í Sørvági á fundi hin. 27.02.2019 samtykt eina serstaka byggisamtykt og bygdaplan fyri Gásadal í Sørvágs kommunu.
Almenna byggisamtyktin saman við korti, tekningum og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 14.03.2019 til 25.04.2019.
Mótmæli og broytingaruppskot skulu vera kommunustýrinum í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðardegnum.
Ymisk kunning kann lesast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald