
Atlantic Airways søkir eftir kt-umsitara til felagið. Kt skipanir felagsins fevna m.a. um ferðaseðlasølu, avgreiðslu av flogførum og flogfólki, inntøku- og útreiðslustýring, viðlíkahaldi av flogførum og tyrlum, umsiting og aðrar uppgávur. Hetta krevur eitt margfeldi av serskipanum og altjóða skipanum, sum vit nýta í dagliga arbeiðnum. Felagið leggur seg eftir at vera frammarlaga innan kt-økið.
Kt er ein týðandi partur fyri at tryggja kappingarførið í og við, at kt eisini skal veita eitt høgt kunningarstig til viðskiftafólk okkara. Sum kt-umsitari hevur tú ábyrgd av, at kt altíð er tøkt og virkar eftir ætlan. Bæði starvs- og viðskiftafólk hjá Atlantic Airways hava tørv á at hava atgongd til ymisku kt-skipanirnar alt samdøgrið, alt árið. Arbeiðið er fjølbroytt, og tú fært møguleika fyri at arbeiða við nógvari ymiskari tøkni t.d. frá Microsoft, VM-Ware og ymiskt Open Source.
Arbeiðsøkið
At dagføra og viðlíkahalda kt-umhvørvið
At arbeiða við kt-trygd
Vera partur av kt-verkætlanum
Uppseting av útgerð
Brúkarahjálp
At taka lut í vaktarskipanini á kt-deildini
Førleikar
Royndir við Microsoft-tøkni, t.d. Active Directory og dátugrunnum
Royndir við scripting, t.d. Powershell
Royndir innan netverk, firewalls og VPN
Royndir innan lættari forritan, t.d. við PHP
Viðkomandi útbúgving og/ella hóskandi royndir
Persónligir eginleikar
Tú dugir arbeiða skipað og sjálvstøðugt
Góð samstarvsevnir
Dugir væl at arbeiða í toymi
Evni og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
Kt-trygd er fastur partur av tínum hugsanarhátti
Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í tøttum samstarvi við starvsfelagar á kt-deildini. Møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning í einum framfýsnum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Á kt-deildini verður tú partur av toymi við fýra fólkum. Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum í Vágum. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu. Vit miða eftir at seta starvið sum skjótast.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hanus Midjord, kt-leiðara, á tlf. 213744 / [email protected] ella Elina Sigvardsen, HR manager á tlf. 213702 / [email protected]
Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 18. november 2020 og skal sendast við telduposti til [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald