JN

Krúnprinsurin í Dubai hevur verið á vitjan í Føroyum

...

2018-07-18 07:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Sunnudagin skrivaðu vit á jn.fo, at eitt stórt flogfar var komi til Føroyar úr Dubai (les her). Í gjár kom fram at talan var um krúnprinsin í Dubai, Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid al Maktoum, vanliga nevndur Fazza, sum var komin at vitja í Føroyum.

Í Instagram brúkarinum hjá honum, hevur hann lagt nógvar myndir út. Fazza hevur búð á Hotel Føroym meðan hann var í Føroyum, hann hevur gingið nógv úti í nattúrini, og hevur lati seg avmyndað úti á Bøsdalafossi og úti í Gásadali. Fyrradagin var hann ein túr við Silju Star.

Fazza fór av landinum aftur í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder