Tað verður nógv gitt um, hvørji krøv og ynskir, flokkarnir hava til hvønnannan, nú samgongusamráðingar eru. Eg fari at mæla fólki til at bíða við at gera sær eina meining um Miðflokkin og hinar flokkarnar, inntil eitt endaligt úrslit fyriliggur. Tað eru bara formenninir í flokkunum, sum samráðast, og sum heild fæst lítið og onki at vita frá teimum, tí tað verður alla tíðina telvað, tøvt og tugt. Miðflokkurin hevur síni ynskir til samgongusamstarvið. Krøv verða ikki sett, tí í samráðingum eru krøv ósiviliserað.
Eg síggi, hvat fólk skriva og gita á Facebook. Og hvør fær skuldina fyri ávegis íkomnu støðuna. Tað eru bara teir tríggir formenninir, sum kenna orsøkina niður í smálutir. Tí fari eg at heita á miðfloksfólk og øll onnur um at geva tol og bíða, til nýggj samgonga er skipað. Tástaðni ber til at evaluera og analysera, skrivar Bill Justinussen á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald